Á talgildum fundi fríggjadagin samdust umboð úr 35 londum um, at íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi ikki eiga at sleppa at luttaka í OL í París, sum verður í summar næsta ár.
Á fundinum luttóku ráðharrar í mentamálum og ítróttramálum úr m.a. USA, Týsklandi, Fraklandi, Stórabretlandi, Japan og Noregi.
Millum tey, sum høvdu orðið á fundinum var eisini ukrainski forsetin, Voldoymyr Zelenskyj. Hann bar fram ynskið um, at Russland og Hvítarussland eiga at verða útihýst úr leikunum orsakað av russisku innrásini í Ukraina, sum byrjaði fyri skjótt einum ári síðani.
Altjóða olympiska nevndin (IOC) hevur boðað frá, at hon fer at kanna møguleikan fyri, at íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi kunnu luttaka í OL undir neutralum flaggi, men nógv lond eru ímóti hesum.
Anette Trettebergstuen, mentamálaráðharri í Noregi sigur, sambært DR, at hon ikki væntar, at IOC torir at bjóða russiskum og hvítarussiskum íðkarum við, eftir at ráðharrar úr fleiri enn 30 londum hava givið Zelenskyj teirra fulla stuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald