Aftur í ár bjóðar Bragdið til flaggdagsrenning. Ársins flaggdagsrenning verður tann 37. í røðini.
Í ár fer Bragdið aftur í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning fyri bæði børn og vaksin. Byrjað verður klokkan 16 beint eftir flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi.
Kapprenning fyri vaksin og firmakapping
Rutan er tann sama sum undanfarin ár, har vit byrja á Kongabrúnni og renna fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast tvær ferðir. Teinurin er knappar 7 km.
Barnarenning
Yngstu børnini renna fyrst og meðan tey vaksnu renna, rennur eldri bólkurin av børnunum.
Yngstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500m. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella uml. 1000m.
Heilsurenning
Saman við Sclerosufelagnum verður eisini heilsurenning, sum er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km. Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Og tað loysir seg at melda til beinanvegin, tí tey fyrstu 50 fáa hvør sína blusu. Eisini er lutakast um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways, virði 3000 kr.
Sclerosufelagið fer eisini at hava eitt telt á Kongabrúnni, har møguleiki verður at fáa ein drekkamunn.
Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 23. apríl kl. 21.00. Ongin tilmelding á staðnum. (Undantak er til heilsurenning). Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald