Fótbóltur

4000 føroyingar longu teknað seg til EM í Oslo

Koma føroysku hondbóltsmenninir til EM-endaspælið í januar, bendir alt á eina rimmar fólkaveitslu í norska høvuðsstaðnum.

Føroysku spælararnir fegnast saman við stóru føroysku áskoðarafjøldini eftir sigurin í Niðurlondum í gjár. Um tað aftur gerst talan um endaspæl í januar, kunnu føroyingarnir vænta ógvululiga góðan stuðul í Oslo (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku spælararnir fegnast saman við stóru føroysku áskoðarafjøldini eftir sigurin í Niðurlondum í gjár. Um tað aftur gerst talan um endaspæl í januar, kunnu føroyingarnir vænta ógvululiga góðan stuðul í Oslo (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-17 23:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast hondbóltsmenninir ikki enn hava tryggjað sær pláss til EM-endaspælið, so hevur ferðaskrivstovan 62N úr at gera við at taka sær av bíleggingum.

Ferðaskrivstovan setti ein pakkatúr til Oslo til sølu eftir sigurin á Niðurlondum í gjár, og longu nú eru fleiri túsund bíleggingar.

- Vit nærkast 4000 bíleggingum. Tað koma ein ella tvær um minuttin, sigur Leivur Samuelsen, stjóri í 62N, við Dag og viku.

Leysasøgur hava í eina tíð gingið um, at eitt ávíst stórt ferðamanskip fer at verða nýtt í Noreg. Dagur og vika visti eisini at siga, at Smyril Line kannar møguleikan at hava Norrønu liggjandi í Oslo sum hotelskip, dagarnar endaspælið er í januar 2026.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Føroysk veitsla í Niðurlondum í gjár (Myndir: Sverri Egholm)

Sí eisini fleiri myndir frá føroyska sigursfagnaðinum í Almere

Sí eisini: 
- Hetta var sum at spæla á útivølli hjá okkum
Ísak: - Kendist sum tað bert vóru føroyskir áskoðarar har

Føroyar eru oddalið í bólkinum og við einum stigi í tveimum teimum seinastu dystunum, er EM-plássið í øllum førum tryggjað. Hóast tað ikki er endaliga komið uppá pláss, at menninir fyri aðru ferð á rað skulu til eitt EM-endaspæl, so er staðsetingin í so fall greið: Føroyar eru settar at spæla í Noreg, sum er ein av trimum vertstjóðum, um so er.

Tað er tó ikki endaliga greitt enn, hvussu nógv atgongumerki vera tøk til føroyingar í høllini í Bærum. Unity leikhøllin í Oslo-útryðuni tekur 15.000 áskoðarar.

Føroyar spæla aftur í mai. Tá verða síðstu tveir dystirnir í bólkinum leiktir móti Kosovo og Ukraina.

Støðan í bólkinum:
1. Føroyar 5 stig 

2. Niðurlond 4 stig
--------------------
3. Ukraina 4 stig 
4. Kosovo 3 stig 

Nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til EM-endaspælið í januar. Fýra teir bestu trý'arnir av teimum átta í undankappingini - teir sum vinna sær flest stig móti ovaru liðunum - sleppa víðari. Tað er sannlíkt, at trý'arin úr hesum bólkinum kemur víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder