Annað

404 børn á Fótbóltsskúla

Fótbóltsskúlarnir hjá Fótbóltssambandinum vórðu hildnir í Havn, á Toftum og í Vági.

Mynd: Hans Erik Danielsen

Mynd: Hans Erik Danielsen

2018-07-04 13:11 Author image
Ari av Rana

- Fótbóltsskúlarnir í ár eydnaðust framúr væl. Veðrið var gott, alt var sera væl fyriskipað, og børnini sóu út til at vera nøgd og glað. Og eisini ordiliga deiligt, at Fótbóltsskúlin hesaferð eisini var í Vági, sigur samskiparin, Christina Ravnsfjall við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Myndir: Tórshavn

Farna vikuskiftið varð árligi Fótbóltsskúlin hjá FSF á skránni. Skúlin bleiv skipaður í samstarvi við HB og B68, og fyri fyrstu fer í nógv ár, var FC Suðuroy eisini við í samstarvinum.

Myndir: Toftir

Tilsamans 404 børn luttóku á ársins Fótbóltsskúlum. 194 í Havn, 150 á Toftum, og 58 í Vági.

Myndir: Vágur

placeholder
placeholder