Fótbóltur

4.400 danir sleppa inn til áttandapartsfinaluna í Amsterdam

Harvið fer í øllum førum yvir ein fjórðingur av áskoðarunum til dystin millum Danmark og Wales at halda við Danmark.

Kasper Hjulmand takkar her donsku áskoðarunum, ið gjørdu stóran mun ímóti Russlandi. Fleiri danir enn væntað sleppa til dyst í Amsterdam leygardagin (Mynd: EPA)

Kasper Hjulmand takkar her donsku áskoðarunum, ið gjørdu stóran mun ímóti Russlandi. Fleiri danir enn væntað sleppa til dyst í Amsterdam leygardagin (Mynd: EPA)

2021-06-24 18:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin dystur er í dag ella í morgin, men leygardagin klokkan 17 verður fyrsta áttandapartsfinalan í EM-endaspælinum bríkslað í gongd. Tað verður á Johan Cruyff Arena í Amsterdam, har Danmark og Wales hittast.

Les eisini: Yvirlit: Hetta eru áttandapartsfinalurnar

Danir sluppu víðari úr bólkinum sum tvey'ari við bert at vinna ein av sínum trimum heimadystum, og í áttandapartsfinaluni skal Danmark spæla ímóti tí á pappírinum helst veikasta tvey'aranum. Wales hevur tó aftur gjørt vart við seg í einum endaspæli, og tað kann gerast ógvuliga torført hjá Kasper Hjulmand móti Bale og co, tó at fleiri danskir viðmerkjarar meta tað vera ein rímiliga lættan dyst.

Danir fáa ikki stuðul frá yvir 23.000 áskoðarum á leikvøllinum, eins og í dystinum móti Russlandi mánadagin. Tó hava 4.440 danir fingið atgongumerki til dystin. Hetta eru 595 fleiri, enn hvat danska áskoðaratænastan hevði fingið í gjár, tá UEFA hevði skýrt tað útselt. 

Hetta skrivar tv2.dk.

[object Object]
Tað var av sonnum veitslurómur á gøtunum í Keypmannahavn mánakvøldið 

16.000 áskoðarar kunnu vera til dystin millum Danmark og Wales. Tað er ein triðingur av, hvat Johan Cruyff Arena vanliga tekur. Harvið fer yvir ein fjórðingur av áskoðarunum at vera danir - meginparturin verður helst uttanveltaðir áskoðarar. Fleri walisar hava fingið noktað atgongd á flogvøllinum í Amsterdam orsakað av koronureglugerðini. Fyri at koma inn á leikvøllin á dystardegnum skal ein sum dani kunna vísa eina negativa PCR-kanning, ið ikki er meira enn 72 tímar gomul, og eina negativa snarkanning sum er gjørd í Niðurlondum á dystardegnum.

Danski hópurin er framvegis í Helsingør. Í dag er talan um afturlatna venjing. Simon Kjær hevur verið darvaður av snuddi, ið hann fekk móti Russlandi, men væntað verður at danski liðformaðurin verður til reiðar til dystin leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder