
Sjálvt um tað ikki hevur verið fullteknað á øllum fótbóltsskúlunum, sum FSF og feløgini skipa fyri í summar, hevur undirtøkan kortini verið góð.
Sambært FSF hava 470 børn og ung higartil tikið lut á teimum trimum fótbóltsskúlunum, sum hava verið í Klaksvík, á Tórsvølli og í Vági.
Tríggir fótbóltsskúlar verða afturat í summar. Í komandi viku, mikudagin 2. og hósdagin 3. juli, skipar 07 Vestur fyri fótbóltsskúla á Dungasandi í Sørvági, og 7. og 8. juli, sum er mánadagin og týsdagin í aðru viku, verður fótbóltsskúli aftur í Klaksvík, og tá eru tað gentur og dreingir í U13 aldurbólkinum, ið luttaka. Sætti fótbóltsskúlin verður 2. og 3. august, tá NSÍ skipar fyri fótbóltsskúla við Løkin í Runavík.
Umframt góða fótbóltsvenjing og eitt gott upplivilsi, fáa luttakararnir á fótbóltsskúlunum eisini eina t-troyggju og luttøkubræv, skrivar FSF.
Allar myndir frá fótbóltsskúlunum síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald