2018-06-21 11:34
Róðrarsamband Føroya hevur avgjørt, at 5-mannaróðurin á Eystanstevnu skal ógildast og rógvast av nýggjum á Jóansøku.
Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag fekk í gjár viðhald í síni kæru um róðurin, tí at fleiri bátar vóru, sum svikstartaðu.
Róðrarsamband Føroya sigur, at heili átta bátar svikstartaðu róðurin. Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum sigur við KVF, at einki annað er at gera enn at døma umróður. Øll stigini frá róðrinum á Eystanstevnu verða tikin burtur.
Umróðurin verður á Jóansøku eftir 10-mannaróðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald