Í dysti ræður um at spæla betri enn mótstøðuliðið, men til landsdystin mikukvøldið kom savningarmegin og samanhaldið millum lond í júst fótbólti til sjóndar. Orð røkka valla til at lýsa støðuna hjá ukrainum í hesum døgum, og dysturin hjá U21 landsliðnum í Føroyum var hin fyrsti hjá ukrainska liðnum síðan russisku innrásina.
Tí varð avgjørt at bjóða herbúgvandi ukrainum til dyst á Tórsvølli, og hesum tilboðnum tóku nógv glað ímóti.
Harumframt verða áskoðarainntøkurnar fyri dystin latnar Reyða Krossi til hjálparátøk í samband við kríggið í Ukraina. Á leið 26.000 krónur komu inn í áskoðarainntøkum og harumframt vóru nógvir áskoðarar bodnir til dyst. Fótbóltssambandið hevur tí gjørt av at lata 50.000 krónur til Reyða Kross.
Les eisini: Myndir: Føroyar - Ukraina U21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald