Hondbóltur

575 leikarar til Faroe Islands Handball Cup í Vági

Fyrst í komandi viku verða fleiri enn 200 hondbóltsdystir á skránni í Marghøllini í Vági.

2021-08-01 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin byrjar Faroe Islands Handball Cup 2021 í Vági, og komandi dagarnir fara umleið 575 leikarar at spæla fleiri enn 200 hondbóltsdystir til stóru hondbóltskappingina.

Faroe Islands Handball Cup 2021 byrjar tíðliga mánamorgun, og merkir hetta eisini, at leikarar, venjarar og liðleiðarar – og ikki minst allir fjepparar, sum fylgja ymisku liðunum – koma suður til Vágs í dag, sunnudagin.

Innleiðandi umførini eru mánadagin og týsdagin og so er stóri finaludagurin mikudagin. Umframt hondbólt, er eisini í sambandi við Faroe Islands Handball Cup hugni og undirhald fyri leikarar og venjarar. Hartil er Páls Høll opin, Parkour-høllini í Líðini er opin – og í Vági eru alskyns møguleikar til undirhald á fjørðinum, túrar burtur í haga, matstovur, kafeir og handlar hava opið og mangt annað, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

– Vit gleða okkum saman við høvuðstuðli okkara, Suðuroyar Sparikassa, at taka ímóti nógvu gestunum sum koma til Vágs til Faroe Islands Handball Cup 2021.

Spælt verður í Marghøllini og leikskráin fyri teir tríggjar vallirnar í Marghøllini sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder