Seks dystir verða í kvøld spældir í Permier League, har millum annað Chelsea roynir at hanga við í oddinum, og Manchester United skal royna at halda á við góðu gongdini.
Chelsea tekur ímóti Southampton á heimavølli, og við sigri í kvøld kann Chelsea lyfta seg upp á 46 stig, bert eitt stig aftanfyri Manchester City, sum spælir í morgin. Chelsea hevur vunnið fýra av seinastu fimm dystunum, men eru undir trýsti av Arsenal, sum bert er tvey stig aftanfyri. Southampton liggur á 17. Plássi og hevur brúk fyri stigum fyri at halda seg frá niðurflytingarstrikuni.
Manchester United fer á vitjan hjá Newcastle. Manchester United hevur vunnið allar tríggjar dystirnar við Ole Gunnar Solskjær og liðið hevur 12 mál hesar dystirnar. Undan dystinum eru seks stig upp til Arsenal á fimta plássi, sum gevur atgongd til Europa League. Newcastle liggur á 15. plássi, bert trý stig frá niðurflytingarstrikuni og hevur tí eisini stóran tørv á øllum stigunum. Liði hevur bert vunnið ein av seinastu fimm dystunum.
Dystirnir í dag eru hesir:
Kl. 19.45
AFC Bournemouth – Watford
Chelsea – Southampton
Huddersfield Town – Burnley
West Ham United – Brighton and Hove Albion
Wolverhampton Wanderers – Crystal Palace
Kl. 20.00
Newcastle United – Manchester United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald