Teir næstu dagarnar verður av álvara lív í tí eina horninum í Høllini á Hálsi. Har fer felagið Brazilian Jiu-Jitsu Globetrotters, ið ein dani stendur fyri, at hava venjingarlegu í brasilskum jiu-jitsu.
Hetta er aðru ferð, at Brazilian Jiu-Jitsu Globetrotters hava venjingarlegu í Føroyum. Skipað verður fyri líknandi tiltøkum aðrastaðni í heiminum.
Brasilskt Jiu-jitsu er ein lutfalsliga nýggj stríðsítrótt. Hon hevur umleið 100 ár á baki og sínar røtur í judo og japanskum Jiu-jitsu.
Soleiðis greiðir Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu frá í skrivi um serligu venjingarleguna, sum verður í føroyska høvuðsstaðnum í døgunum 5. - 8. juli.
Myndir: Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu/bjjglobetrotters.com
Tað verður fjølbroytt og tað verða nógv fólk á máttunum á Hálsi. Boðað verður frá, at tað koma umleið 65 fólk úr ymsum londum til Føroya til venjingarleguna hjá Brazilian Jiu-Jitsu Globetrotters, sum byrjar í morgin.
Talan er um eina av teimum skjótast vaksandi ítróttagreinunum. Hon hevur spjatt seg runt allan heimin, eisini til Føroya. Í Føroyum eru tvey jiu-jitsu feløg, Bjj Vágar og Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald