Fótbóltur

72 luttakarar á ráðstevnu hjá FSF um vikuskiftið

Fríggjadagin og leygardagin varð skipað fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2024-03-04 19:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Aftur í ár gjørdist talan um eina góða ráðstevnu, og eg haldi at øll fingu nakað burtur úr, sum tey samstundis kunnu taka við sær víðari á venjaraleiðini. Tað er eisini at fegnast um, at tað eru so mong, ið fáast við at venja børn og ung, og at tey taka av hesum tilboðnum.

Tað sigur Pætur Smith Clemensten, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya, tá hann skal seta orð á árligu ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, sum FSF skipaði fyri um vikuskiftið.

Tilsamans 72 luttakarar vóru á ráðstevnuni, ið varð hildin fríggjadagin og leygardagin. Á skránni vóru framløgur, venjingar, umframt áhugavert kjak millum luttakararnar. Ástøðiligi parturin var í B36 húsinum og í Trinstovuni á Tórsvølli, meðan venjingarnar vóru á Ovara vølli í Gundadali.

Gestur á ráðstevnuni hesaferð var Håkon Grøttland, ið stendur á odda fyri leikara- og venjaramenningini í norska fótbóltssambandinum. NFF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder