Fótbóltur

9. umfar: Tríggir greiðir favorittar í dag

B36, HB og NSÍ skulu øll royna at nærkast oddaliðnum.

Eins og móti ÍF seinasta vikuskift, er B36 stórfavorittur í Gundadali í dag. Fugfirðingar taka ímóti hinum havnarfelagnum í dag (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Eins og móti ÍF seinasta vikuskift, er B36 stórfavorittur í Gundadali í dag. Fugfirðingar taka ímóti hinum havnarfelagnum í dag (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2019-05-12 11:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Av tí at hálvfinalurnar í steypakappingini vóru í miðvikuni, eru tveir dystir í 9. umfari í á skránni í annaðkvøld. Skála og Víkingur, ið leiktu hóskvøldið, skulu spæla í morgin. Hesi liðini liggja í løtuni nummar fýra og trý, og B36 kann tí fara framum tey í dag. HB kann hála inn á tey, og NSÍ kann trekkja frá teimum. Skála tekur ímóti KÍ í morgin, og harvið er møguleiki eisini hjá topp-seks liðunum í dag at nærkast KÍ.

9.umfar i Betrideildini:
15.00: B36 - TB
           ÍF - HB

19.00 NSÍ - AB

HB hevur tí mest lumpisligu uppgávuna. Í Fuglafirði hevur HB tað ofta trupult, og í dag er fyrsta uppgávan á heimavølli hjá nýggja venjaratoyminum, ið hevur lyft ÍF uppum strikuna. Talan er tó um dyst, ið føroyameistararnir burdu vunnð, og liðið hjá Heimiri, ið vann 3-0 á Eiði seinast, skal vinna slíkan dyst sum í dag fyri at gera seg galdandi aftur heilt frammi í oddinum.

B36 vann eisini 3-0 seinast - tað var móti júst ÍF, og grannarnir hava somu dagsskrá í dag: Ein sigur skal til móti einum av niðaru liðunum. TB byrjaði við at fáa stig í fýra útav av fyrstu fimm dystunum, men hevur síðani tapt tríggjar á rað (móti núverandi topp-trý) Við steypadystinum á Skála íroknaðum hava tvørámenn latið 18 mál inn seinastu fýra dystirnar, og teir hava tað trupult norðanfyri. Liðið hjá Jákup á Borg skal royna at sita á dystinum í dag og bróta inn aftur í topp-trý.

Nakað av rumbli hevur verið um dystin í Runavík. NSÍ flutti dystin til kl.19.00 orsakað av seinasta umfarinum í Premier League ið byrjar klokkan 15.00. AB mótmælti, og sendi kæru inn til FSF. Orsøkin er, at málverjin Mattias Lamhauge skal til Danmarkar í kvøld í samband við útbgving, og Heðin Stenberg er framvegis skaddur. Kæran var tó ikki gingin á møti, og tískil skulu argjamenn, ið bert hava fingið stig í einum dysti í ár, inn til Runavíkar í kvøld. Um NSÍ livir upp til favorittleiklutin í kvøld, verður liðið bert eitt stig frá oddasessinum í kvøld.

Vit hava beinleiðis dagføring frá støðunum í dystunum á forsíðu okkara, so til ber at fylgja gongdini har. Rás 1 vísir ÍF-HB; hinir báðir dystirnir kunnu síggjast við Stórapakka + ella keypast.

Støðan undan 9. umfari: 
1. KÍ (20 stig) 
2. NSÍ (16 stig)
3. Víkingur (16 stig)
4. Skála (15 stig) 
5. B36 (15 stig) 
6. HB (12 stig) 
7. TB (8 stig) 
8. EB/Streymur (6 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig) 

Í morgin: Skála -KÍ
                Víkingur - EB/Streymur
                

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder