3. juni verður skjøtul settur á kappróðrarárið, og tað verður sum vant á norðoyastevnu í Klaksvík.
Gott 90 manningar hava melda til luttøku til fyrsta róðurin, og er tað nakrar fleiri enn til fyrsta róður í 2022. Størsti bólkurin er barnaróður gentur, sum aftur í ár mugu rógva innleiðandi róðrar, har 10 tær bestu rógva finalu.
Sum nakað nýtt fer FM1 at senda kappróðrarsendingar hvønn fríggjadag kl. 15-16 frá 2. juni til 27. juli. Vertur verður Petur í Gong, sum er kendur innan kappróðrarheimin. Petur fer at hava ymiskar gestir við til allar sendingarnar.
Nakrar broytingar eru í skipanini av kappróðrum í ár og frammyvir, í mun til undanfarin ár. Stevnufyrireikarar og umboð fyri Róðrarsambandið hava fingið størri ábyrgd innan trygdina, tá kappróður verður fyriskipaður og avgreiddur.
Fjarðastevnan, sum skuldi verða á Strondum er, vegna serligar umstøður, flutt á Skála.
FM-róðrarnir verða soleiðis:
• 3. juni norðoyastevna í Klaksvík
• 17. juni sundalagsstevna í Hósvík
• 24. juni Jóansøka á Tvøroyri
• 1. juli varmakelda í Fuglafirði
• 8. juli fjarðastevna á Skála
• 15. juli vestanstevna í Miðvági
• 28. juli Ólavsøka í Tórshavn.
Øll kort yvir róðrarøkir vera í løtuni dagført og koma á okkara heimasíðu rsf.fo í komandi viku. Har er eisini tilskilað, hvussu rógvast skal út á upphitingarøkir og startin. Rógvarar skulu gevast kortunum gætur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald