Fótbóltur

Útvið 900 landsliðspakkar eru seldir

Ein slíkur gevur atgongd til allar heimadystir hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í heyst. Áleið 200 eru eftir, og tað verða bert fleiri atgongumerki sett til sølu, um koronastøðan og tilmælini broytast.

Nýtt graslíki er komið á Tórsvøll í summar. Føroyar spæla fimm dystir har í heyst - nøkur atgongumerki eru eftir enn (Mynd: fsf.fo)

Nýtt graslíki er komið á Tórsvøll í summar. Føroyar spæla fimm dystir har í heyst - nøkur atgongumerki eru eftir enn (Mynd: fsf.fo)

2021-07-20 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í september og í oktober spæla Føroyar samanlagt fimm heimadystir í undankappingini til HM í Katar í 2022. 

Atgongumerki til hesar dystirnir vórðu sett til sølu mikudagin, 14.07. Tey eru seld sum slíkir landsliðspakkar, har keypt verður til allar heimadystirnar í einum. Tað ber til at bíleggja upp til fimm atgongumerki. Landsliðspakkin verður seldur við “koronauppseting”, ið merkir, at annaðhvørt rað er læst, umframt at tvey tóm setur eru millum hvørja bílegging.

Næstan 900 av teimum 1.156 landsliðspakkunum, ið vórðu settir til sølu fyri lítlari víku síðan, eru seldir. Hetta skrivar fsf.fo í dag. 

Sum nú er, ber bert til at keypa til allar heimadystirnar og ikki til einstakar dystir. Tað eru ikki meira enn áleið 200 pakkar eftir, og ivasamt er, um fleiri atgongumerki verða sett til sølu: 

- Um so verður, at koronastøðan broytist, og tilmælini verða, at fleiri áskoðarar sleppa á Tórsvøll, verða fleiri atgongumerki sett til sølu, skrivar fsf.fo.

Bólkarnir 110 og 111 eru ætlaðir til limir í fjepparafelagnum Skansin, og er tað fjepparafelagið sjálvt, ið stendur fyri søluni av atgongumerkjum í hesum bólkunum. Sølan er bert opin fyri føroyskum IP-adressum. Um tað eru føroyskir fjepparar, ið eru staddir uttanlands og tí ikki fáa keypt gjøgnum netsøluna, kunnu hesir seta seg í samband við Fótbóltssmaband Føroya.

Dystarskráin 2021
1. sept. Føroyar – Ísrael
4. sept. Føroyar – Danmark
7. sept. Føroyar – Moldova
9. okt. Føroyar – Eysturríki
12. okt. Føroyar – Skotland
12. nov. Danmark – Føroyar
15. nov. Ísrael – Føroyar

Allir dystirnir byrja klokkan 19:45 føroyska tíð. Hvussu verður við atgongumerkjum til dystirnar á útivølli móti Danmark og Ísrael í november, verður kunnað um seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder