Annað

Á fyrsta sinni í heimsmeistarakapping: Seks íðkarar úttiknir at umboða Føroyar

Heimsmeistarakapping í leirúgvuskjóting verður í Kroatia.

Alex Johannesen er ein av teimum, sum er úttikin til kappingina (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Alex Johannesen er ein av teimum, sum er úttikin til kappingina (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-26 16:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skjótisamband Føroya (SkF) hevur úttikið 6 íðkarar, at umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í leirdúgvuskjóting, sum verður í Kroatia, Osijek í døgunum 19. september til 12. oktober 2022. 

Hetta er fyrstu ferð at Skjótisambandið úttekur eitt landslið, at umboða Føroyar í eini altjóða skjótikapping. Áðrenn hava íðkarar, sum hava havt mál at luttaka í altjóða kapping, verði noyddir at umboða danskt felag, og verða úttikin umvegis danska skjótisambandið. 

Men við góðari hjálp, hevur tað eydnaðist SkF, at fáa viðurkendan limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF, og kunnu íðkarar nú kappast undir Merkinum, á jøvnum føti við onnur lond í heiminum. 

Íðkarar ið fara at umboða Føroyar er hesir:

Trap 
Jón Jacobsen
Alex Johannesen
Johnhard Klettheyggj 

Skeet 
Marius F. Joensen
Tórur Fløtt
Jóannis Joensen 

Aftrat hesum verða Esmar Joensen við sum ferðaleiðari í trap ferðaliðnum, og Hans Erik Jensen í skeet ferðaliðnum. 

Um eina viku fer eitt annað landslið til norðurlandameistarakapping í Finnlandi. Hetta landslið er samansett av næstan somu íðkarum, sum fara til heimsmeistarakappinga, men Marius og Jón verða ikki við, í teirra stað eru úttikin Jóhann Fløtt og Jeppe S. Bruun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder