Hondbóltur

A-landsliðið hjá monnum fyrireikar seg til HM-undankapping í januar

Undankappingin verður spæld í Luksemburg, har Føroyar skulu spæla móti Litava, Slovakia og Luksemburg.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-10-28 22:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

A-landsliðið hjá monnum skal spæla HM–undankapping í døgunum 10. – 12. januar. Undankappingin verður spæld í Luksemburg, har Føroyar skulu spæla móti Litava, Slovakia og Luksemburg.

Allir komnir heim at venja
Allir spælarnir í bruttuhópinum savnaðust undanfarnu viku at venja, og at gera seg kláran til HM–undankappingina. Mennirnir hava vant allar dagarnar í vikuni, og hava eisini spælt ein venjingardyst móti einum úrvalsliði úr Okkara deildini, ið manslandsliðið vann 38–24.

Møguliga umboðar Filip Jojic Føroyar
Filip Jojic hevur búð leingi í Føroyum, og hevur givið til kennar, at hann gjarna vil umboðað Føroyar í hondbólti. Filip kom til Føroya og umboðaði fyrst Team Klaksvík, men hevur nú umboðað VÍF í fleiri ár. Filip er bosniari og er 31 ára gamal. Filip hevur fingið boð frá myndugleikunum, at hann helst fær ríkisborgararætt fyri jól, og kann tí umboða Føroyar í januar 2020. Í venjingardystinum móti úrvalsliðnum, fekk hann nakrar minuttir á vøllinum, og tað gekk væl hjá honum.

Teir sum vóru úttiknir hesuferð:
Nicholas Satchwell – Neistin
Tóraldur Kollsker – FIF
Tórður Guttesen – Kyndil

Rói Berg Hansen – FIF
Leivur Mortensen – H71
Rúni Joensen – KÍF
Filip Jojic – VÍF
Tróndur Mikkelsen – Neistin
Brandur Halgirsson – AJAX København
Jónas Gunnarsson Djurhuus – FIF
Áki Egilsnes – KA Akureyri
Kjartan Johansen – Viking Stavanger
Peter Krogh – H71
Tróndur Mikkelsen – Neistin
Vilhelm Poulsen – H71
Allan Norðberg – KA Akureyri
Nicklas Selvig – KÍF
Helgi Hildarson Hoydal – Viking Stavanger
Rókur Akralíð – HEI
Rógvi Dal Cristiansen – Kyndil
Pætur Mikkjalsson – H71

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder