Hondbóltur

Aalborg koppaði Magdeburg eftir gysara

Vinnararnir síðsta ár og favorittarnir á degnum fullu, tá donsku meistararnir hildu høvdið meira kalt seinastu løtuna í hálvfinaluni. Mikkel Hansen kann enda við sínum fyrsta Champions League-gulli.

Ein av teimum størstu nakrantíð vantar Champions League -heiti í sínum

Ein av teimum størstu nakrantíð vantar Champions League -heiti í sínum "savni". Mikkel Hansen og Aalborg-liðfelagarnir spældu seg fyri løtu síðani í finaluna ( Mynd: EPA)

2024-06-08 16:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Köln, Týskland (Portalurin): Mikkel Hansen heldur í løtuni soni sínum, meðan hann heilsar uppá ovurfegnar fjepparar, ið eru komnir til Köln úr Danmark. Skiftið aftur til danskan hondbólt hevur ikki beinleiðis háttað seg sum eitt ævintýr hjá nummar 24 við hárbandinum, men nú er greitt, at seinasti dystur hjá 36-ára gamla danum sum yrkisspælari fyri eitt felag verður Champions League-finalan 2024.

Tað kravdi ein stóran innsats hjá Aalborg Håndbold í einum ógvuliga inntensum hálvfinaludysti móti SC Magdeburg. Felagið er verandi týskur meistari, týskur steypavinnari, Super Globe-vinnari og Champions League-vinnari. Tað seinasta tó bert í eitt stórt samdøgur afturat.

Í hálvfinaluni frammanfyri umleið 20.000 áskoðarunum í Lanxess leikhøllini fylgdust Aalborg og Magdeburg so at siga allan vegin. Tað stóð á javnt 11-11 í steðginum - verjurnar høvdu tikið yvir, sum fyrri hálvleikur leið - og tað var ikki meira enn eitt mál á muni undir dystinum. Hetta til beint undir tveir minuttir eftir.

[object Object]
Ógvuliga inntens hálvfinala í Köln...

[object Object]
...har umstøðurnar til hondbólt í heimsflokki eru framúr (Myndir: EPA)

Niklas Landin var tá komin inn í Aalborg-málið aftur. Fabian Norsten kom inn eftir 18 minuttir, tá tað ikki hevði gingið so væl hjá Landin eina løtu. Móti endanum hevði royndi og stóri málverjin nakrar umráðandi bjargingar, og tað var eftir eina slíka, at Aalborg fór hinvegin og legði seg á odda við tveimum málum.

Ómar Ingi Magnusson minkaði til 27-26, tá 45 sekund vóru eftir. Kviki íslendski bakkurin var toppskjútti í dystinum, og var hetta brotskastið hansara tíggjunda mál. Magdeburg fór nú langt upp at jagstra, bólturin endaði úti hjá Sebastian Barthold, og royndi norski vongurin skoraði sítt sætta mál uppá eins nógv skot.

Hagtøl síggjast á eurohandball.com

So kundi Aalborg-veitslan byrja: Reyða bylgjan í eina horninum fegnaðist saman við spælarunum og venjaratoymi. Onnur Champions League-finalan uppá fýra ár hjá norðurjútska felagnum. Stórt vónbrot hjá Magdeburg eftir ógvuliga tøttu hálvfinaluna. Liðið við íslendsku profilunum og skjóta spælinum hevur bronsudyst á skránni í morgin.

[object Object]
Magdeburg-fjeppararnir syrgnir...

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Meðan spælarar, áskoðarar og venjarar hjá Aalborg flippaðu út (Myndir: EPA)

Tað vóru annars Mikkel Hansen og so serliga ungu bakspælararnir, ið tóku ábyrgd í álopsspælinum hjá Aalborg. Høgri bakkurin Mads Hoxer gjørdist Aalborg-toppskjútti við átta málum, og Thomas Arnoldsen gjørdi eisini bart.

Hann er javngamal við Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Paula Jacobsen, og Arnoldsen gekk á Skanderborg Akademi saman við hesum føroyingunum. Hann búði á sama kamari sum Elias, sum um eina lítla løtu byrjar upphitingina til hálvfinaluna Kiel-Barcelona. 

Meira seinni.

Champions League Final Four - hálvfinalur
Lanxess leikhøllin í Köln - í dag, leygardagin 8. juni

Aalborg Håndbold - SC Magdeburg 28-26 (11-11)

Hagtøl her

17.00: Barcelona - THW Kiel

Dysturin hjá Eliasi og liðfeløgunum sæst HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder