Av tí at KÍ - Lech Poznan varð fluttur ein dag vegna løgna UEFA-avgerð, kunnu AB og KÍ ikki spæla landskappingardyst sunnudagin.
Reglugerðin sigur, at eitt lið skal hava minst tveir heilar hvílidagar ímillum.
Tískil er AB - KÍ í 19. umfari fluttur frá sunnudegi 17.15 til mánadag 17. august klokkan 18.30.
Talan er um týðandi dyst hjá føroyameistarunum í fjør, sum nú eru trý stig aftanfyri oddaliðið NSÍ.
Og tætt er millum dystirnar hjá KÍ nú, tí tríggjar dagar eftir uppgerðina á Argjum verður fyrri dysturin í røkkstøkk-umfarinum í Conference League á skránni.
Her bíðar Riga FC, sum er meistaraliðið í Lettlandi. Fyrri dysturin verður í Klaksvík hóskvøldið 20. august.
Meira um hendan dystin næstu dagarnar - FM1 sigur frá hesum báðum dystunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald