Fótbóltur

AB er aftur á rættari kós

Báðir Betrideildardystirnir í dag endaðu 3-0. AB vann lykladyst móti TB og nærkast harvið strikuni. B36 minkaði aftur um munin til KÍ og legði trýst á HB og Víking.

Marius Kryger Lindh skoraði til 3-0 - Filip í Liða skoraði hini bæði málini í lykladystinum í botnstríðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Marius Kryger Lindh skoraði til 3-0 - Filip í Liða skoraði hini bæði málini í lykladystinum í botnstríðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-17 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

AB er av álvara á lívi, og stórur spenningur er í botnstríðnum. B36 heldur fram við at vinna á lægru liðunum og liggur væl á 2. plássi. Hetta eru niðurstøðurnar eftir teir báðar Betrideildardystirnar seinnapartin.

AB fekk dreymabyrjan, tá TB vitjaði til tað, ið sá út til at vera ein lagnudyst fyri argjamenn. Nýggi maðurin í TB-málinum, Allan Müller, kom illa inn í dystin, og eftir tveir minuttir var 1-0. Fimm minuttir seinni var Filip í Liða sendur avstað, og so sendi 22-ára gamli argjamaðurin bóltin í TB-málið. Fyrstu málini hjá Filipi í Betrideildini í næstan fýra ár. Hann var vekk í trý og eitt hálvt ár vegna skaða.

Málini løgdu grundarlagið, og TB fekk ikki svarað aftur. Marius Kryger Lindh staðfesti sigurin í 58. minutti. 3-0 og trý ógvuliga kærkomin stig til AB, sum nú er frammanfyri ÍF og trý stig frá TB - næsta vikuskifti kemur ÍF at vitja til enn eitt botnbrak. Aldursforsetin hevur ongan sigur eftir summarsteðgin. Av teimum seinastu fimm dystunum eru fýra á heimavølli. Útidysturin verður í Fuglafirði í næstseinasta umfari.

B36 greiddi sína skyldu á Eiði. Eisini har komu tvey skjót mál, og Hannes Agnarsson setti endaligt punktum, tá fimm minuttir vóru eftir. B36 hevur bert tapt móti KÍ og HB í ár og liggur ógvuliga væl fyri í evropeiska stríðnum - HB og Víkingur hittast týskvøldið - Møguleikin fyri FM er eisini framvegis til staðar, hóast hann er lítil.

Ein dystur verður í annaðkvøld, tá B68 vitjar í Klaksvík. HB og Víkingur bresta saman týskvøldið.

22. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 17. september 
AB - TB 3-0 (2-0)
3' Filip í Liða 1-0
8' Filip í Liða 2-0
58' Marius Kryger Lindh 3-0

EB/Streymur - B36 0-3 (0-2)
4' Valerijs Sabala 0-1
16' Jann Julin Benjaminsen 0-2 
85' Hannes Agnarsson 0-3

Í gjár, leygardagin 16. september
ÍF - 07 Vestur 0-3 (0-2)
24' Daniel Obbekjær, br. 0-1
31' Ási Dam 0-2
90 (+4)' Albert Theis Nielsen 0-3

Reytt kort: Ruben Møller Nielsen (85')

Í morgin, mánadagin 18. september
18.00: KÍ - B68

Týsdagin 19. september
18.00: HB - Víkingur

Støðan: 

[object Object]
Skýggjamynd: fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder