Fótbóltur

AB og 07 Vestur eru nú í betri støðu

AB basti B68, er av aftasta plássinum, og úrslitið gjørdi botnstríðið uppaftur tættari. Tað endaði eisini 3-1 í Sørvági: 07 Vestur avgjørdi seinastu løtuna móti EB/Streymi.

Brian Jakobsen skoraði tvey mál fyri AB í týdningarmikla sigrinum á B68 í dag. Hetta var annar sigur á rað hjá AB, sum fær eina góða ólavsøku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Brian Jakobsen skoraði tvey mál fyri AB í týdningarmikla sigrinum á B68 í dag. Hetta var annar sigur á rað hjá AB, sum fær eina góða ólavsøku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-27 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í 16. umfari í Betrideildini hjá monnum vórðu spældir í kvøld, nú kappingin fór í gongd aftur.

Á Argjum er ólavsøkulagið gott, nú AB hevur vunnið annan dystin á rað og sín triðja í kappingini. B68 varð sent heim við 3-1 tapi, og tað sær ógvuliga tungt út hjá Jákupi á Borg og hansara monnum, sum nú eru beint við niðurflytingarstrikuna.

AB skoraði tvey mál innan tríggjar minuttir í fyrra hálvleiki, og legði harvið grundarlagið. B68 hevði sínar møguleikar, men inn fór bólturin ikki, og tá Brian Jakobsen skoraði sítt seinna mál í dystinum í 66. minutti var so at siga avgjørt. B68 minkaði í yvirtíðini.

[object Object]
B68 og EB/Streymur vóru fyri tapi - serliga hjá B68 var tað ein smeitur (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Uros Stojanov var aftur á vøllinum og skoraði tvey mál í sigrinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm) 

Tað endaði eisini 3-1 í Sørvági, har EB/Streymur vitjaði. Útiliðið legði seg annars á odda í 43. minutti. Uros Stojanov javnaði við brotssparki beint fyri steðgin, og Uros og innskifti Jasper van der Heyden stóðu fyri málunum seint í dystinum, sum tryggjaði 07 Vestur trý týdningarmikil stig í topp-fýra stríðnum.

Góð byrjan hjá Lars Arne Nilsen í venjarastarvinum - tvey stig eru nú upp til Víking. EB/Streymur er partur av niðurflytingarstríðnum, og nú er strikan tættari. AB er trý stig aftanfyri.

Ólavsøkudag spæla TB og ÍF seinasta dystin í umfarinum - á Tórsvølli. Topp-fýra liðini spældu sínar dystir í 16. umfari síðst í mai, vegna evropeiska luttøku.

Betrideildin 16. umfar
Í dag, hósdagin 27.07

AB - B68 3-1 (2-0)
18' Brian Jakobsen 1-0
19' Ragnar Skála 2-0
66' Brian Jakobsen 3-0
90 (+7)' Hanus Højgaard 3-1

07 Vestur - EB/Streymur 3-1
43' Filip Djordjevic 0-1
45 (+1)' Uros Stojanov, br. 1-1
81' Jasper van der Heyden 2-1
83' Uros Stojanov 3-1

Ólavsøkudag, leygardagin 29.07

17.00: TB - ÍF (Tórsvøllur)

Støðan: 
1. KÍ 48 stig 
2. B36 36 stig 
3. HB 35 stig 
4. Víkingur 27 stig 
5. 07 Vestur 25 stig
6. TB 15 stig * 
7. EB/Streymur 13 stig
8. B68 11 stig
9 AB 10 stig 
10. ÍF 9 stig *

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder