Tað verður landskappingarfótbóltur í Gundadali á ólavsøku. Hetta hava AB og B36 syrgt fyri.
Meistaradeildin skuldi annars ikki byrja aftur sunnudagin 2. august við 17. umfari, og B36-AB er í 18. umfari.
Dysturin skuldi upprunaliga spælast 9. august, men liðini hava avrátt at spæla á ólavsøku og gera nógv burturúr. Um veðrið er rímiligt, verða mest sannlíkt ógvuliga nógv fólk savnað í Gundadali.
![]()
Mynd: B36 og AB
Eitt gott átak hjá AB og B36, sum skulu stríðast um týðandi stig: Argjamenn fyri at sleppa longur frá niðurflytingarstrikuni og nærri evropeiskum pláss og B36 fyri at fyribils staðfesta 3. plássi og nærkast ovastu liðunum.
Sí støðuna í Meistaradeildini her
Hjá AB er um at byggja á gongdina áðrenn summarstðegin. Tað endaði við einum keðiligum tapi fyri EB/Streymi í seinasta umfarinum, men annars hava uppflytararnir bergtikið nógv og longu vunnu sær 30 stig.
B36 hevði eisini leingi eina flotta gongd og liggur í løtuni til evropeiskt pláss - er ikki í evropeisku kappingunum nú og var heldur ikki í fjør. Men seinastu fimm dystirnir fyri steðgin vóru als ikki góðir, og Jákup á Borg hevur tikið yvir fyri Jákup Martin Joensen.
Hoyr eisini: Jákup á Borg tekur yvir (B36-Varpið)
Ólavsøkudysturin í Meistaradeildini byrjar klokkan 19 í morgin, týsdagin 28. juli. FM1 sigur frá dystinum og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald