FSF: Um góðan hálvanannan mánað, leygardagin 28. februar fer bólturin á rull aftur. Ársins fyrsti dystur verður Lions Stórsteypadysturin, sum í ár er millum KÍ, sum í fjør vann greipuna, og HB, ið gjørdist nummar 2 í landskappingini.
Vikuskiftið aftaná verður hol sett á Meistaradeildina hjá monnum, sum í ár verður sparkað í gongd inni í Vika á Argjum. Fyrsti dystur verður fríggjakvøldið 6. mars tá AB, sum flutti upp farna kappingarár, tekur ímóti B68.
Hinir fýra dystirnir í 1. umfari verða spældir sunnudagin 8. mars., og tá møtast liðini soleiðis: B36 – EB/Streymur, NSÍ – Víkingur, 07 Vestur – KÍ og Skála – HB.
Síðsta umfar fyri summarsteðgin er á skránni fyrsta vikuskiftið í juli, og síðani verður tørnað til aftur fyrst í august.
Meistaradeildin hjá monnum endar leygardagin 31. oktober, og tá eru dystirnir hesir: HB – B36, KÍ – Víkingur, AB – 07 Vestur, B68 – NSÍ og EB/Streymur – Skála.
Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður spælt 15. og 16. apríl, fjórðingsfinalurnar eru á skránni 29. og 30. apríl, og hálvfinalurnar verða spældar 13. og 14. mai og 24. og 25. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 5. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald