Fult umfar var í Betrideildini seinnapartin. Allir dystirnir í triðseinasta umfari byrjaðu klokkan 15, og sjóneykan var millum annað á botnstríðið.
TB stríðist fyri at halda ÍF og AB aftanfyri seg. Aldursforsetin hevur bert fingið eitt stig eftir summarsteðgin, og í dag var HB greitt omaná í Trongisvági. Tað endaði 1-4, og TB hevur nú lagnudyst í Fuglafirði beint eftir landsliðssteðin.
Eitt nakað skert TB-lið megnaðu ikki at forða HB í at skora fýra ferðir (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir úr Trongisvági síggjast her
ÍF kom eitt fet nærri. Teir í reyðum kundu tó iðra seg, tí innan fyrstu tjúgu minuttirnar móti EB/Streymi misnýtti ÍF brotsspark og fekk mál kolldømt: Steven Van Dijk bjargaði royndini frá Hans Jákupi Lervig úr ellivu metrum, og løtu seinni var ein spælari í rangstøðu, ið ávirkaði spælið, beint áðrenn bólturin fór í málið hjá EB/Streymi.
ÍF hevði eisini nakrar góður støður eftir steðgin í Fuglafirði, áðrenn EB/Streymur fekk størsta møguleikan í 2. hálvleiki. Tað endaði tó málleyst: ÍF hevur nú eins nógv stig sum TB men er eitt mál verri.
ÍF og AB stríðast hart fyri at yvirliva. Tey fingu eitt stig hvør í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)
KÍ gjørdist føroyameistari síðsta sunnudag, spældi evropeiskan dyst hósvkøldið og var fleiri fastar spælarar fyriuttan í dag. Tó var talan um eitt á pappírinum sterkt lið í grønum á Argjum. AB hevði sjálvsagt meira at spæla fyri enn KÍ, og tað sást eisini: Teir á heimaliðnum stríddust ógvuliga væl.
Eftir málleysan og heldur rótutan fyrra hálvleik, legði AB bragdliga fyri eftir steðgin. Í fyrsta minuttinum skoraði Filip í Liða væl eftir kontraálop. Leiðslan helt tó bert í átta minuttir. So skoraði Hallur Hansson sítt fyrsta mál fyri KÍ. AB'arnir vildu hava fríspark, tí beinið hjá Halli var høgt uppi, tá hann tamdi bóltin, áðrenn hann liggjandi fekk beint bóltin í málið.
Dómararnir vildu ikki lata við seg koma, og restina av dystinum hevði Páll Klettskarð nakrar møguleikar at avgera dystin. AB beit eisini frá sær, og í 90. minutti lyfti Marius Kryger Lindh, ið varð sendur fríur avstað, bóltin uppum.
1-1 varð endaliga úrslitið. Sum heild flott av AB ið tó framvegis hevur nógv eftir at gera seinastu tvey umførini. Uttan so at tað endar við javnleiki millum ÍF og TB í næsta umfari, so skal AB vinna á Toftum fyri at framvegis vera á lívi.
B68 hevur nú sum so einki at spæla fyri í Betrideildini: Tað sum í eina tíð hevur verið greitt, varð endaliga staðfest tí hvørki ÍF ella TB vunnu í dag: Hóast 0-3 tap fyri Víkingi er B68 nú tryggjað enn eitt ár í Betrideildini.
Betrideildin hjá monnum, 25. umfar
Sunnudagin 08.10
AB - KÍ 1-1 (0-0)
46' Filip í Liða (Ragnar Skála) 1-0
54' Hallur Hansson 1-1
ÍF - EB/Streymur 0-0
TB - HB 4-1 (2-0)
9' Tróndur Jensen (Viljormur Davidsen) 0-1
22' Tróndur Jensen 0-2
50' Mikkel Dahl (Mathias Præst Nielsen) 0-3
58' Mikkel Dahl (Adrian Justinussen) 0-4
89' John Villi Wøldike Leo 1-4
--------------------------------------------------
B68 - Víkingur 0-3 (0-1)
35' Sølvi Vatnhamar (Martin Klein Joensen) 0-1
52' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 0-2
89' Jákup Johansen (Martin Klein Joensen) 0-3
B36 - 07 Vestur 3-1 (1-1)
12' Michal Przybylski 1-0
45' Jón í Horni Nielsen (Mathias Voss) 1-1
67' Valerijs Sabala 2-1
84' Jann Julin Benjaminsen 3-1
Støðan eftir 25. umfør:
1. KÍ 66 stig
2. B36 56 stig
3. Víkingur 54 stig
4. HB 52 stig
5. 07 Vestur 37 stig
6. EB/Streymur 25 stig
7. B68 21 stig
8. TB 16 stig
9. ÍF 16 stig
10. AB 14 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald