Fótbóltur

AB sett danskan høvuðsungdómsvenjara

Philip Eades fær ábyrgdina av ungdómsfótbóltinum á Argjum.

Philip Eades (Mynd: ab.fo)

Philip Eades (Mynd: ab.fo)

2023-08-02 16:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinastu mánaðirnar hevur Argja Bóltfelag leitað eftir nýggjum høvuðsungdómsvenjara, og hesin er nú funnin. Heimasíðan hjá AB skrivar í dag, at fyri fyrstu ferð í søgu felagsins er útlendskur høvuðsungdómsvenjari settur í starv, tí nýggi ungdómsmennarin er danski Philip Eades, sum hevur skrivað tvey ára langan sáttmála við felagið.

Philip er 50 ára gamal, úr Keypmannahavn og hevur drúgvar royndir við at venja ungdóm og arbeiða við fólki. Hann hevur UEFA B-venjaraprógv, og er eisini útbúgvin námsfrøðingur. Í fleiri ár hevur danin starvast sum ungdómsvenjari hjá m.a. B1903, ið er eitt danskt høvuðsstaðarfelag við tilknýti til FC København. Síðstu tvey árini hevur hann tó verið fulltíðarsettur høvuðsungdómsvenjari hjá Nørrebro United, har felagið hevur upplivað eina stóra øking í limatalinum, meðan Philip hevur staðið við róðrið.

- Philip Eades er ein ágrýtin og miðvísur venjari, ið vit vænta fer at hava ógvuliga jaliga ávirkan á okkara ungdómsarbeiði í samstarvi við hinar ungdómsvenjararnar í felagnum, skrivar AB. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder