2024-02-19 21:38
AB hevur sett venjara til besta kvinnuliðið, sum spælir í 1. deild. Nýggi venjarin er portugisiski Luís Freitas Jr. sum er 32 ára gamal.
Felagið skrivar á heimasíðuni, at umframt at vera venjari hjá kvinnunum, skal Luís eisini venja gentur 16 og harafturat spæla við 1. deild monnum. Luís er ein álopssinnaður leikari, ið kann spæla bæði sum vongur og áleypari, sigur AB.
Luís hevur B-venjaraprógv, og eisini hevur hann eisini eina masters-útbúgving í humanfysiologi.
Sum leikari hevur Luís ferðast víða, og síðstu árini hevur hann m.a. spælt í Íslandi, Finnlandi og Luksemborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald