Tríggir av dagsins dystum í 3. umfari í kappingini um Løgmanssteypið eru lidnir - hetta vóru teir, sum byrjaðu klokkan 17.30.
AB kom víðari eftir brotssparkskapping á Sandi. Bartal Skaalum Petersen legði útiliðið á odda við beinleiðis frísparki í 120 minutti, men í yvirtíðini javnaði B71. Í brotsparkskappingini varð neyðugt við eyka brotsspørkum, og har varð Rói Zachariassen hetjan: Fyrst við bjarging og síðani við tryggum avgerandi brotssparki.
TB gjørdi bart í Vági, har enn ein uppgerð millum 1. deildarlið var. Olivur Renéson Thomsen og Mikal Tummasarson skoraðu hvør sítt mál fyri aldursforsetan. Søtur sigur á FC Suðuroy.
Víkingur nýtti fleiri heilt nýggja og ungar spælarar í Hoyvík og kom afturum eftir 25 minuttir. Víkingur hevði tó sínar stóru málmøguleikar, Sølvi javnaði fyri steðgin, og innskifti Jákup Johansen gjørdist avgerandi miðskeiðis í 2. hálvleiki. 1-3 men flott avrik frá FC Hoyvík úr 1. deild.
FC Hoyvík gjørdi bart og legði seg á odda móti oddaliðnum í Betrideildini. Heimaliðið var eisini leingi við móti stórfavorittunum (Mynd: Sverri Egholm)
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 24.04
FC Suðuroy - TB 0-2 (0-1)
24' Olivur Renéson Thomsen (Torkil Úlvur Jespersen Holm) 0-1
79' Mikal Tummasarson (Anders Tønnesen) 0-2
Meira um dystin her
FC Hoyvík - Víkingur 1-3 (1-1)
26' Fróði Pæturson Rasmussen 1-0
37' Sølvi Vatnhamar (Signar a Brúnni) 1-1
65' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-2
68' Jákup Johansen (Áki Magnussen) 1-3
Meira um dystin her
B71 - AB 5-6 eftir brotsspørk (1-1 eftir longda leiktíð)
120 Bartal Skaalum Petersen 0-1
120 (+4)' Nóa Falkvard Petersen 1-1
Meira um dystin her
Í Klaksvík er HB í gongd við at varpa KÍ út úr steypakappingini. Meira um hetta seinni.
18.30: KÍ - HB (1-3)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald