Fótbóltur

AB U21 hava tryggjað sær Føroyameistaraheitið

U21 liðið á Argjum tryggjaði sær Føroyameistaraheitið á næst seinasta leikdegi.

Mynd: ab.fo

Mynd: ab.fo

2018-10-08 14:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá U21 liðnum hjá AB í ár. Teir hava ligið í oddinum á FM bólkinum alt endaspælið, og við einum trivaligum 5-0 sigri á KÍ í næstseinasta leikumfarinum í Klaksvík í dag tryggjaðu teir sær at blíva Føroyameistarar áðrenn seinasta leikumfar.

Lagið var gott á leikarum og venjaranum Allan Mørkøre aftaná dystin, og ikki sørt av veitslurómi var á vøllinum og í skiftingarúminum, har komandi FM heitið var feirað.

AB hevur nú 37 stig fyri 13 dystir, frammanfyri NSÍ, sum er nr. 2 við 30 stigum fyri 12 dystir, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Seinasti dystur verður um eina viku ímóti NSÍ á Argjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder