Spæla KÍ og Lech Poznan á Tórsvølli í kvøld ella í morgin?
Hetta er tengt at, hvørs leiguflogfari hjá Comlux Malta lendir seinnapartin ella ikki.
Sí eisini: KÍ - Lech Poznan fyrivils útsettur til klokkan 20.45
Tað stendur sum nú er at lenda 15.23; tað vil siga um lítlan hálvan tíma.
Tað sær ikki so galið út í Vágum, sum tað gjørdi í gjár og í morgun, tá ferðalagið úr Póllandi í fyrstu og aðru syftu skuldi koma til Føroya.
Átta onnur flogfør eru lend í dag - tey flestu hjá Atlantic Airways men eisini hjá SAS og Icelandair. So er spurningurin, um Boeing-flogfarið, sum Lech Poznan hevur leigað, megnar hetta.
![]()
Sær gott út, í mun til mjørka í løtuni (Mynd: fae.fo/vevmyndir)
Tað eru nógv, sum eru spent um tað man fara at eydnast. Tí á altjóða flogferðslutænastuni Flightradar, eru í skrivandi stund 11.560 fólk inni á síðuni hjá MLM 712 og fylgja við. Hetta er nummar eitt kring allan heimin.
Næsthægsta talið á síðuni er eitt SAS-flogfar, sum eisini er ávegis til Føroya. Hetta úr Keypmannahavn: Har eru yvir 2.000 fólk inni á nú, men lítið afturímóti tí við Lech Poznan-hópinum, sum møguliga spælir avgerandi dyst á Tórsvølli í kvøld.
Pólskir miðlar hava gjørt nógv burturúr støðuni, Pólland er eisini eitt stórt land, Lech Poznan er eitt stórt felag, og síðani munnu vera nógvir spentir KÍ'arar serliga her.
Flogfarið fór framvið Hetlandi fyri løtuni síðani og nærkast av álvara Føroyum. Ein møgulig innflúgving byrjar um eina løtu.
Til ber at fylgja við her - flogfarið hjá Lech Poznan sæst við reyðum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald