Eftir tríggjar roydnir, tó tí fyrstu veruligu við Føroyar, lendi leiguflogfarið við Lech Poznan-hópinum í Vágum klokkan 15.26.
Les eisini: Flogfarið við Lech Poznan-hópinum farið til Bergen
Hetta var eitt lítið samdøgur seinni enn ætlað, men seinni dysturin í 3. umfari í Conference League millum KÍ og Lech Poznan er ikki útsettur meira enn tveir og ein hálvan tíma.
Teir í pólska ferðalagnum hava eina løtu at hvíla seg í, og klokkan 20.45 ljóðar fyrsta brískl á Tòrsvølli.
Talan er um ógvuliga avgerandi dyst: Vinnarin tryggjar evropeiskt deildarspæl í ár og kemur í røkkstøkkumfarið í Europa League. Tað er 1-0 til Lech Poznan eftir fyrra dystin. Tað merkir, at um KÍ vinnur 1-0 eftir 90 minuttir, verður neyðugt við longdari leiktíð
Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen siga frá dystinum á FM1 og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum, umframt at nógv tilfar verður frá dystinum á pallum okkara í kvøld.
Tað vóru annars ógvuliga nógv fólk, sum fylgdu flogfarinum. Pólskir miðlar hava gjørt nógv burturúr støðuni, Pólland er eisini eitt stórt land, Lech Poznan er eitt stórt felag, og síðani munnu nógvir spentir KÍ'arar og aðrir forvitnir føroyingar hava sitið og fylgt við.
Talið av fólki, sum fylgdu leiguflogfarinum á Flightradar, fór longur og longur upp, sum ætlaða lendingin nærkaðist. Og tá tað var hægst, lá hetta omanfyri 36.000.
Nú verð eyguni vend ímóti sjálvum dystinum, sum byrjar lutfalsliga seint í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald