Fótbóltur

AB uttan Bárð Olsen

Bárður Olsen er givin í AB.

Savnsmynd: Alvin Ellebye Andersen, Raclip

Savnsmynd: Alvin Ellebye Andersen, Raclip

2019-01-07 11:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bárður Olsen, sum seinastu árini hevur verið ein av bestu leikarunum hjá AB, er nú givin í felagnum.

Bárður Olsen váttar fyri bolt.fo, at hann er givin í felagnum, og sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at gevast at spæla á hægsta støði.

Bolt.fo skrivar at sum skilst eru leikarin og felagið ósamd um sáttmálan, og felagið ynskir ikki at geva leikaran leysan av sáttmála sínum.

Bárður Olsen hevur spælt við AB seinastu fimm kappingarárini. Í fjør spældi hann 30 dystir og skoraði 3 mál, vísa hagtøl hjá faroesoccer.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder