AB seinnapartin vann 2-0 á Skála í útsetta dystinum í 24. umfari, sum í gjár varð avlýstur orsakað av veðrinum.
Harvið kunnu argjafólk av álvara fegnast, tí hetta vóru týdningarmikil stig at fáa í botnstríðnum. Sigurin hevur við sær, at AB kemur upp á 24 stig, og fer av níggjunda plássi og niðurflyting upp á sjeynda pláss.
Skála sat á dystinum frá byrjan, men megnaði ikki at skora uppá sínar møguleikar. Men sum fráleið tók AB yvir, og legði seg á odda í 39. minutti við máli frá Teiti Debes Olsen. Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram, og aftaná góðan tíma økti Thomas Kirkeby Junge til 2-0.
Skálamenn royndu at trýsta aftaná 2-0-málið, men tað eydnaðist ikki.
Sí eisini: Myndir: AB - Skála
AB - Skála 2-0 (1-0)
39’ Teitur Debes Olsen 1-0
63’ Thomas Kirkeby Junge 2-0
Støðan Betri deildin
1. KÍ 68 stig (FM-vinnari)
2. Víkingur 51 stig
3. HB 49 stig
4. B36 37 stig
5. EB/Streymur 32 stig*
6. B68 24 stig
7. AB 24 stig
8. 07 Vestur 23 stig*
9. NSÍ 21 stig
10. Skála 9 stig
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald