Fótbóltur

Aberdeen verður ein stór avbjóðing

Hetta er sætta árið á rað, at Aberdeen er í Europa League. Felagið vann Europa Cup fyri steypavinnarar undir Sir Alex Ferguson í 1983, og kvøld vitjar NSÍ á 121-ára gamla Pittodrie leikvøllinum.

2020-08-27 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mangur føroyingur hevur verið inni í Aberdeen í samband við millum annað landing, og býarnavnið er heilt kent í Føroyum. Størsta fótbóltsfelagið í býnum í landnyrðingspartinum av Skotlandi, Aberdeen F.C, hevur vunnið skotska meistaraheitið fýra ferðir og steypakappingina sjey ferðir. Felagið er 117-ára gamalt og hevur verið í bestu skotsku deildini í 115 ár út í eitt.

Í kvøld spælir NSÍ á Pittodrie leikvøllinum, ið er heili 121-ára gamal. Pláss er fyri 20,866, men til Europa League-uppgerðina í kvøld verða eingir áskoðarar. Ætlanin er, at Aberdeen skal fáa ein nýggjan leikvøll, men nú fær liðið hjá Glenn Ståhl møguleika at royna seg á søguliga leikvøllinum. Hetta er aðru ferð uppá trý ár, at NSÍ spælir í 1. umfari í Europa League í Skotlandi.

[object Object]
Fróði Benjaminsen og Klæmint Andrasson Olsen í 4-6 dystinum móti Hibernian á Svangaskarði í 2018, har Klæmint skoraði hattrick. Liðformaðurin hjá NSÍ skoraði eisini hattrik í seinastu viku og hevur nú sejy mál í evropeiskum fótbólti 

[object Object]
Pittodrie leikvøllurin (Mynd: afc.co.uk)

NSÍ hevur ikki eins langa og ríka søgu sum Aberdeen. Eysturoyarfelagið skrivaði tó søgu í seinastu viku, tá liðið spældi seg víðari í evropeiskum fótbólti á fyrsta sinni. Tað gjørdu teir í gulum og svørtum við knúsandi 5-1 sigri á Svangaskarði, har Klæmint Andrasson Olsen gjørdi hattrikk, har Petur Knudsen skoraði sítt triðja evropeiska mál og Steffan Abrahamsson Løkin sítt fyrsta.

[object Object]
Petur Knudsen skorar í miðal í triðja hvørjum Europa League-dysti, hann spælir. Hann skoraði, tá NSÍ var í Skotlandi seinast - her í mjørkanum á Svangaskarði fyri viku síðani, tá nummar 16 eisini skoraði (Mynd: Sverri Egholm)

Nú skal NSÍ royna at bjóða av ímóti einum nógv størrri felagi enn Barry Town United úr Wales. Í 2018 royndi NSÍ seg ímóti Hibernian, men tá lótu teir í gulum og svørtum seks mál inn í báðum dystunum og taptu 6-1 í Edinburgh. Aberdeen endaði á 4. plássið í Skotlandi - 35 stig aftanfyri Celtic ið er einaráðandi í skotskum fótbólt fyri tíðini. Deildin er í løtuni á 14 plássi í Evropa, tá tað kemur til styrkistøl, Føroyar eru millum tey niðastu av teimum 55 londunum. 

Les eisini: Bárður Hansen: - Mótstøðan kemur at minna um Hibernian

Aberdeen er kent sum felagið, har Sir Alex Ferguson fekk sítt gjøgnumbrot sum venjari. Nakað væl áðrenn hann vann eina rúgvu av steypum við Manchester United, førdi Ferguson felagið til trý meistaraheiti og fýra sigrar í steypakappingina umframt skotsku League Cup - alt uppá sjey ár. Harvið fekk Aberdeen fyribils støðgað "tvíveldinum" hjá Rangers og Celtic. Krúnan á verkið hjá Sir Alex í Aberdeen var tó at vinna sítt fyrsta evropeiska steyp. Talan var um Cup Winners Cup - Europa Cup fyri steypavinnarar - í 1983. Bayern Munchen varð koppað í fjórðingsfinaluni, og í finaluni vann Aberdeen á Real Madrid. Stutt seinni kom evropeiska Super Cup-steypið til Aberdeen eftir samanlagdan sigur á Hamburg SV. 

[object Object]
Sir Alex Ferguson og hjálparvenjari hansara, Archie Knox, eftir Cup Winners Cup-finalua móti Real Madrid í 1983 

Aberdeen F.C. hevur vunnið eina steypakapping og eina League Cup, síðani Sir Alex Ferguson fór suður um markið. Seinastu seks árini hevur felagið luttikið í Eueopa League og er komið til 3. umfar hvørjaferð. Tað hevur tó hvørjaferð verið snávingarsteinurin - talan hevur fyri tað mesta verið um teprar samnlagdar ósigrar. Núverandi hópur er ikki fyltur við stjørnum og heilt vælkendum nøvnum, men talan er heilt víst um eitt sterkt lið eftir føroyskum mátistokki. Í kvøld skal Aberdenn taka fyrsta fetið ímóti fyrsta bólkaspælinum síðani 2008 (UEFA Cup) NSÍ fer at royna at gera alt fyri, at tað ikki verður so. 

Fyrstia bríksl á Pittodrie verður klokkan 19.45. Dysturin kann síggjast ókeypis á Rás 2 hjá Televarpinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder