Italska stórfelagið AC Milan fær ikki loyvi at luttaka í Europa League kappingini komandi tvey kappoingarárini. Tað hevur evropeiska fótbóltssamgongan UEFA avgjørt, eftir at AC Milan breyt Financial Fair Play reglarnar.
Hetta er harðasta revsingin nakað felag hevur fingið fyri brot á Financial Fair Play reglarnar. UEFA sigur at AC Milan hevur brotið reglarnar í tíðarskeiðnum 2014-2017. AC Milan hevur í hesum tíðarskeiðnum havt eitt undirskot á 1,9 milliardir krónur. UEFA loyvir feløgunum eina skuld á 223 milliónir krónur.
AC Milan fer at kæra avgerðina til Ítróttadómstólin í Lausanne í Sveis, skrivar ESPN.
Stendur avgerðin, fer Atalanta frá at skula ígjøgnum ein undankappingardyst og beinleiðis í bólkaspælið. Fiorentina tekur síðani plássið í undankappingardystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald