Danski landsliðsbakkurin Andreas Christensen fer nú at spæla við katalanska stórfelagnum FC Barcolona.
Tað váttar felagið á heimasíðu síni í dag. Danski bakkurin hevur gjørt avtalu um at spæla við Barcelona fram til summarið 2026.
Felagið skrivar eisini, at tað hevur keypt Andreas Christensen leysar fyri 500 milliónir evrur.
26 ára gamli danin hevur seinastu átta árini havt sáttmála við enska felagið Chelsea, sum tó eitt skiftið leigaði hann út til týska felagið Borussia Mönchengladbach.
Sambært Barcelona, verður sáttmálin við Andreas Christensen undirskrivaður hósdagin, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald