Fótbóltur

Adrian, Arnbjørn og Pætur fyri fyrstu ferð

Allir hava nú skorað á A-landsliðnum - hjá Arnbirni var talan um allarfyrstu minuttirnar á A-landsliðnum..

Arnbjørn Svensson hevur sína fyrstu landsliðsviku, og hetta fríggjakvøldið gjørdist heilt gott hjá 24-ára gamla víkinginum. Hann spældi eitt korter í sínum byrjanardysti (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Arnbjørn Svensson hevur sína fyrstu landsliðsviku, og hetta fríggjakvøldið gjørdist heilt gott hjá 24-ára gamla víkinginum. Hann spældi eitt korter í sínum byrjanardysti (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-03-22 19:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ársins fyrsti dystur hjá manslandsliðnum er av, og eins og í 2021 vunnu Føroyar við fýra málum á Liktinstein í venjingardysti. Hetta var nakað meira sannførandi enn á venjingarleguni í Spania fyri júst tveimum árum síðani, tá Føroyar vunnu 1-0.

Les eisini: Føroyar vóru sannførandi í ársins fyrsta dysti

Tá spældi Adrian Rúnason Justinussen sínar allarfyrstu A-landsliðsminuttir. Síðani hevur vongurin ikki spælt á landsliðnum, men 25-ára gamli gøtumaðurin við mongu árunum í Havn byrjaði inni í dag.

Adrian hevur fingið eina framúr byrjan í næstbestu donsku deildini við seks málstigum í fýra dystum, og hann kom væl inn í dystin móti Liktinstein. Adrian var lívligur á álopskenda miðvøllinum og royndi nógv. Millum annað hevði hann tvey góð beinleiðis fríspark. Hann var eisini við í fyrsta málinum, og tíðliga í seinna hálvleiki sló Adrian Justinusen til - við góðari renning og vinstra fótínum.

[object Object]
Adrian Justinussen hevur spælt seg nærri fleiri landsliðsminuttum seinasta mánaðin - tvífaldi málskjúttin Pætur Petersen sæst nakað til høgru (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Nærri lýsing er av málunum eru niðanfyri. Tann, sum skoraði tey bæði málini áðrenn tey bæði hjá Adriani, var Pætur Petersen. 25-ára gamli skálvíkingurin hevur seinastu 16 mánaðirnar fingið fitt av landsliðsmálum og í sínum sjeynda A-landsdysti prikaði 25-ára gamli skálvíkingurin bóltin í málið tvær ferðir. Hetta var eftir, at Pætur var á júst rætta staðnum í brotsteignum hjá Liktinstein.

Tað var Arnbjørn Svensson eisini í yvirtíðini. Tá eitt korter var eftir, kom 24-ára gamli syðrugøtumaðurin inn til sín fyrsta A-landsdyst. Hann gjørdi tað, sum hann skuldi á verjukenda miðvøllinum, og í samband við deyðbólt fekk Arnbjørn sett høvdið á. Stór løta hjá víkinginum sum hevur spælt heilt væl og støðugt í longri tíð í Víkingi - líkamikið hvar hann spælir.

Málini

1-0: 3.min, Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 
Adrian Justinussen fær bóltin langt úti í høgru í brotsteignum og smekkar til. Málverjin verjir fyri, bólturin støkkur út til Jóan Símun Edmundsson, ið fær prikað bóltin víðari til Pætur Petersen. Við vilja ella ikki; tað eydnast, og Pætur vísir sítt máltev

2-0: 45 (+1) min, Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 
Jóan Símun verður sendur avstað í vinstru, snýtir verjuspælaran væl og prikar bóltin framvið málverjanum, sum kemur leypandi út. Pætur fær fatur á leysa bóltinum og snýtir teir báðar verjuspælararnir, ið royna at kasta seg fyri, við snildari fintu. Síðani var tað lætt hjá KÍ-spælaranum at seta innarusíðina inn og økja. Håkan Ericson royndi seg aftur við tveimum áleyparum í dag. Hann vildi hava meira brodd í álopsspælið, og hetta eydnaðist.

3-0: 49 min, Adrian Rúnason Justinussen (Brandur Hendriksson Olsen)
Forloysandi mál hjá Adriani. Føroyar fanga bóltin á miðjum vølli, har innskifti Jann Benjaminsen spælir sín leiklut. Brandur stýrdi spælinum væl í dag, og hann setti ferð á, hevði nakrar góðar renningar rundanum seg og valdi Adrian, sum rann væl djúpt. Nummar 17 "rann inn í bóltin" við brotsteigarmarkið, og setti róliga veikara vinstra beinið á. Bólturin streyk framvið málverjanum, ið kom langt út. Sá lætt og gott út.

4-0: 90 (+2) min: Arnbjørn Svensson (Andrias Edmundsson)
Mads Boe Mikkelsen kom inn og hevði nakrar góðar atgerðir við bóltinum, har endaprodukti tó manglaði nakað. Her vann miðvallarin eitt fríspark tætt við baklinjuna og hornaflaggið í høgru: Ein av teimum heldur ógvusligu takklingunum hjá Liktinstein.

Daniel Johansen snúraði bóltin væl innfyri við góða vinstra beininum, við aftaru stong var Andrias Edmundsson - ið spældi 90 minuttir fjórða dystin á rað og var sannførandi - hægstur og stútaði bóltin móti málteignum. Har var Arnbjørn Svensson púra fríur, og fekk eitt deiligt byrjanarmál við at seta høvdið á bóltin. 

Nakað heilt serstakt at tríggir føroyskir spælarar skora á fyrsta sinni á A-landsliðnum í sama dysti. Samanlagt hava Adrian, Arnbjørn og Pætur nú spælt tíggju A-landsdystir samanlagt og skorað fýra mál samanlagt. Í hesum venjingardystinum, har Føroyar eisini vóru greitt omaná, vístu nakrir av nýggjaru landsliðnum seg væl fram.

------------------------------

Venjingardystur
Marbella, fríggjadgin 22. mars
Føroyar - Liktinstein 4-0 (2-0)
3' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 1-0
45 (+1)' 3' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 2-0
49' Adrian Rúnason Justinussen (Brandur Hendriksson Olsen) 3-0
90 (+2)' Arnbjørn Svensson (Andrias Edmundsson) 4-0

Meira um dystin her

Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen (46' Jann Benjaminsen), Bartal Wardum (75' Arnbjørn Svensson), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (59' Daniel Johansen) - Adrian Rúnason Justinussen, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen (59' Mads Boe Mikkelsen), Brandur Hendriksson Olsen - Pætur Petersen (75' Hannes Agnarsson) , Jóan Símun Edmundsson (46' Hannes Agnarsson)

Loyvt var at gera seks útskiftingar. Hesir vóru á bonkinum uttan at koma inn: 

Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Magnus Egilsson, Hørður Askham, Andrass Johansen, Sølvi Vatnhamar og Petur Knudsen.

Høvuðsvenjari: Håkan Ericson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder