Ein dystur í næstbestu donsku deildini varð spældur í gjárkvøldið. Talan var um 10. umfar í NordicBet deildini og um eina føroyingauppgerð í Farum.
Føroyingurin hjá Fredericia, Mattias Lamhauge, var tó ikki á vøllinum. Landsliðsmálverjin er við at koma fyri seg eftir skaða og hevur seinastu tíðina vant við. Tað var tó Valdemar Birksø, sum níggjunda dystin vardi málið hjá Fredericia.
Hann stóð væl, og í 25. minutti megnaði Adrian Justinussen ikki at fáa bóltin framvið Birksø úr ellivu metrum. Toppskjúttin hjá Hillerød skeyt væl omanfyri, tá hann royndi seg við brotssparki og royndi at leggja heimaliðið á odda. Tann annars so góði skotteknikkurin svíkti Adrian, ið samanlagt ikki heilt rakti dagin.
HER ber til at síggja misnýtta brotssparkið hjá Adriani, umframt fyrsta málið hjá Fredericia.
Sí eisini: (Adrian: - Eg má bara gera mítt besta hvørja ferð
Adrian Justinussen fekk møguleikan úr ellivu metrum...
...og hann og liðfelagirnir høvdu eisini fleiri aðrar støður. Bólturin fór tó ikki í netið hjá Fredericia í Norðursælandi (Mynd: Hillerød Fodbold)
Vongurin varð tikin út í 75. minutti. Daniel Johansen spældi fullan dyst á vinstra vongbakki, og varð hansara avrik so mikið gott, at Daniel varð kosin til besta spælari hjá Hillerød í 0-3 tapinum.
26-ára gamli bakkurin, sum ikki spældi nakran minutt við landsliðnum fyrr í mánaðinum, skifti úr Thisted í summar, og hevur nú spælt tveir fullar dystir á rað.
Mynd: Hillerød Fodbold
Hillerød hevði fleiri møguleikar enn útiliðið í gjár, men neyvleikin var stóri munurin. Hillerød liggur eftir tíggju umfør á 10. plássi við 12 stigum - 12 lið eru í deildini. Tað er tó tætt millum nummar 4 og 10 (bert fýra stig)
Fredericia er í stuttliga endanum: Á 2. plássi við 19 stigum. OB er greitt oddalið við 28 stigum. Tvey lið flyta upp í Superliguna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald