Áðrenn landsliðssteðgin skoraði hann fimm mál í fýra dystum, og nú NordicBet deildin er tikin upp aftur, heldur Adrian Rúnason Justinussen fram at skora fyri Hillerød Fodbold.
Adrian skoraði í venjingarlandsdystinum móti Liktinstein fyri tíggju døgum síðani, og í dag var ikki eingongd ein minuttur farin, tá nummar 17 hjá Hillerød hevði smekkað bóltin niður í longra málhornið.
Til ber at síggja málið til 1-0 her
Hetta var einasta málið í 1. umfari í niðara endaspælinum. B93 vitjaði í Farum, har Hillrød hevur heimavøll í ár.
Adrian Justinussen var ikki blíður við gamla venjara sín Kim Engstrøm. Hann skoraði aftur fimm minuttir inn í 2. hálvleik - tríggjar minuttir eftir 3-0 málið hjá Sebastian Pingel.
Adrian Justinussen er so at siga ikki til at støðga í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Kim Engstrøm var venjari hjá HB fyrstu mánaðirnar í 2022 og hevði millum annað Adrian Justinussen undir hond. Nú er hann venjari hjá B93 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fyrrverandi B36- og HB-áleyparin hevur nú skorað samanlagt 12 mál í næstbesu donsku deildini. Hetta í 22 dystum og talan er harvið um góð tøl.
Hja Adriani er miðaltalið heilt høgt: Tvey mál í dag merkir, at 25-ára gamli føroyski vongurin hevur sjey mál í fimm almennum dystum fyri Hillerød. Eitt upplegg kom afturat í 4-0 sigrinum í dag, og harvið hevur hann trý upplegg og tíggju málstig í fimm dystum hjá álopskenda liðnum.
Hillerød Fodbold liggur ovast í niðara endaspælinum, og niðurflyting kemur ikki uppá tal. Spælt verður aftur í Horsens fríggjakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald