2019-10-26 22:55
HB boðar í kvøld frá, at málrevurin og frísparkssnillingurin Adrian Justinussen verður verandi í Gundadali næsta kappingarár.
Adrian fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum í 2014, og hevur ment seg at vera ein av stóru lyklaleikarunum á HB-liðnum. Ikki minst var hann stórur partur av meistaraheitinum hjá HB í fjør.
Adrian Justinussen skoraði 16 mál hetta kappingarárið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald