Fótbóltur

Adrian hevur gjørt sáttmála við Hillerød

25-ára gamli gøtumaðurin við vandamikla høgra beininum hevur bert umboðað HB í vaksnamannafótbólti. Nú skal hann royna seg í næstbestu donsku deildini.

Adrian Justinussen gjørdist ársins spælari og toppskjútti í Betrideildini sum bert 20-ára gamal í 2018 og hevur verið álopskendur profilur hjá HB og í deildini í nøkur ár. Nú tekur vongurin stigið víðari (Mynd: Sverri Egholm)

Adrian Justinussen gjørdist ársins spælari og toppskjútti í Betrideildini sum bert 20-ára gamal í 2018 og hevur verið álopskendur profilur hjá HB og í deildini í nøkur ár. Nú tekur vongurin stigið víðari (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-19 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið ávegis í eina tíð, og nú er tað alment: Adrian Rúnason Justinussen fer útum landoddarnar at spæla fótbólt: Talan er um ein tvey-ára sáttmála við Hillerød Fodbold.

25-ára gamli vongurin hevur vant við felagnum, sum er staðsett nakað norðanfyri Keypmannahavn, seinastu tíðina. Hillerød Fodbold er í gongd við at vinna sær støðufesti í næstbestu donsku deildini, og nú skal Adrian hjálpa til - serliga í álopspartinum.

Adrian Justinussen gjørdist ársins spælari og toppskjútti í Betrideildini sum bert 20-ára gamal í 2018. Umframt FM tá hevur Adrian vunnið greipuna við steypakappingina við HB í 2019, greipuna í 2020 og steypakappingina aftur í fjør. Hann er skrásettur fyri yvir 200 dystir í Betrideildini og beint undir 100 mál í øllum kappingum fyri HB.

Síðani fantastiska árið í 2018, har fríspørkini og skotteknikkurin vóru stóra vørumerki, hevur Adrian Justinussen til tíðir verið uppi á teimum tindunum. Skaðar og annað hava tó lagt meinbogar í vegin, skiftið útum Føroyar er komið seinni enn væntað, og gøtumaðurin, ið hevur spælt fyri HB seinastu tíggju árini, hevur ikki fingið fótafesti á A-landsiðnum. Hóast eyðsýndar dygdir hevur hann bert ein A-landsdyst fyri Føroyar - ein venjingardyst í 2022.

Skiftið til danskan fótbólt er næsta fetið hjá Adrian, sum fær nummar 17 í Hillerød. Felagið sær stórt í hansara menningarmøguleikum. 

Tað tykist vera ein møguleiki fyri at ein føroyskur miðvallari legst afturat í Hillerød. Sum Portalurin skrivaði fyrr í vetur, so er møguleiki fyri, at Andrass Johansen spælir í donskum fótbólti í 2024, og bolt.fo skrivaði fyri stuttum, at Andrass hevur royndarvant í júst hesum felagnum í næstbestu donsku deildini. Hann hevur tó sáttmála við B36 fyri 2024, so einki er avgjørt enn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder