2. páskadag skoraði Adrian Rúnason Justinussen tvey mál og legði upp til eitt í 4-0 sigri hjá Hillerød Fodbold á B93. Hann hevur nú sjey mál í fimm dystum í næstbestu donsku deildini. Hillerød er ovast í niðara endaspælinum
Sí eisini: Adrian er glóðheitur
Málini hjá Adriani mánadagin síggjast frá 04.00 HER
Mattias Lamhauge og Fredericia spæla í ovaru hálvu av endaspælinum, og í gjár eydnaðist at fáa uppreisn eftir stóra steypatapið fyri Silkeborg. Sønderjyske legði seg á odda í Fredericia, men heimaliðið skoraði síðani trý mál og er nú á 3. plássi.
Føroyski landsliðsmálverjin hevði nakrar bjargingar og umráðandi atgerðir - millum annað var ein risastór bjarging frá Mattiasi.
Avrikini hava fingið føroyingarnir á vikuliðið, ið sæst niðanfyri.
Mattias er málverjin og Adrian vinstri vongur (Mynd: TV3 Sport)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald