Fótbóltur

Steypadreymurin brast í Silkeborg

Mattias Lamhauge lat seks mál inn í fyrru hálvfinaluni, har Superliga-felagið var eirindaleyst og snøgt sagt smildraði Fredericia sundur.

Mattias Lamhauge fekk ikki nógva hjálp men stóð heldur ikki serliga sterkur í myndini sjálvur í Silkeborg. 6-1 og Silkeborg IF hevur nú meira enn annað beinið í donsku steypafinaluni (Mynd: Fredericia)

Mattias Lamhauge fekk ikki nógva hjálp men stóð heldur ikki serliga sterkur í myndini sjálvur í Silkeborg. 6-1 og Silkeborg IF hevur nú meira enn annað beinið í donsku steypafinaluni (Mynd: Fredericia)

2024-03-30 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein stórur dagur fyri FC Fredericia í gjár, men tað endaði við, at dreymurin brast í Silkeborg. Liðið úr næstbestu donsku deildini vitjaði har Superliga-felagiið og skuldi royna at tryggja sær eitt gott útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna í steypakappingina. Hetta eydnaðist tó als ikki.

Longu eftir 23 minuttir var 3-0. Mattias Lamhauge fekk bert eina "veika hond" á  í samband við fyrsta málið. Skotið fór inn við nærru stong, og viðmerkjarin fanst at føroyska landsliðsmálverjanum.

Sum heild fekk Mattias tó lítið av hjálpt frá verjuspælarunum. Skotið til 2-0 málið varð eisini smekkað heilt upp í málhornið, og til 3-0 fór bólturin fyrst ímillum beinini á miðverja og síðani millum beinini á 24-ára gamla havnarmanninum.

Seinni hálvleikur varð ikki nógv frægari hjá Fredericia. Liðini fingu hvør sítt mál tíðliga í 2. hálvleiki, áðrenn Silkeborg fekk tvey brotsspørk. Tað seinna gjørdi Mattias Lamhauge, tá hann feldi frían álopsspælara. 

6-1 og harvið setti føroyingurin keðiligt punktum fyri eitt ógvuliga keðiligt kvøld fyri hann og liðfelagarnar. Teir fingu stóran stuðul í Silkeborg men megnaðu ikki at gera tað spenanndi.

Seinna hálvfinalan verður spæld í Fredericia 11. apríl. Har skal heimaliðið vinna við fimm málum fyri at hava møguleika at koma í finaluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder