Fótbóltur

Adrian Rúnason Justinussen: Tað verður stórt hjá okkum

Toppskjúttin í føroyskum fótbólti í ár sær fram til sína fyrstu vaksnamannafinalu, ið hann væntar verður tøtt.

Adrian Jusitunssen hevur her skorað móti B36. Hetta skal hann royna at endurtaka leygarkvøldið á Tórsvølli; ein dyst ið toppskjúttin í føroysum fótbólti sær nógv fram til
(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Adrian Jusitunssen hevur her skorað móti B36. Hetta skal hann royna at endurtaka leygarkvøldið á Tórsvølli; ein dyst ið toppskjúttin í føroysum fótbólti sær nógv fram til (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2018-08-23 17:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist tann havnarfinalan, ið nógv hava bíða leingi eftir. HB og B36 hittast leygarkvøldið í einari steypafinalu fyri fyrstu ferð í 27 ár, og tað verður sæð fram ímóti í báum legunum. 20-ára gamli Adrian Rúnason Justinussen er ein av teimum, ið gleðir seg til stóra dystin: 

- Á Tórsvølli ímóti B36 framman fyri áleið 3500 viðhaldsfólkum, tað verður neyvan betri. Vit síggja sjálvandi nógv fram til dystin leygarkvøldið. Vit eru farnir undir fyrireikingarnar og so royna vit bara at fyrireika okkum so væl sum ein nú kann til eina finalu.

Kantspælarin hevur havt eitt frálíkt kappingarár, har hann, sambært FaroeSoccer, hevur skotið 21 mál fyri HB í 24 dystum, og sett sítt týðiliga merki á føroyskan fótbólt. Adrian vil tó fegin peika á sínar viðleikarar:

Fótbóltur er ein lið ítróttagrein, so eg fái einki gjørt uttan mínar viðleikarir. Men tað skal ikki vera nakar ivi um, at eg og mínir viðleikarir ikki fara at gera alt fyri at vinna leygarkvøldið. Hetta er tann fyrsta vaksnamannafinalu hjá teimum flestu á okkara liðið, so tað verður stórt hjá okkum.

HB er oddalið í Betri-deildini við heili 52 stigum fyri 20 dystir. Liðið hjá Heimiri Guðjónsson hevur imponera, og hevur nú møguleikan at vinna steypakappingina fyri fyrstu feðr síðani 2004. Adrian avgjørdi dystin móti B36, tá liðini hittust seinast, men hann vísir á at hetta er nýggjur dystur, har teir skulu leggja dent á sítt spæl við góðum stuðli frá HB-fjepparunum:

- Grannauppgerðirnar eru altíð tættar og spennandi. So tað ber ikki til at siga, at tað er ein fyrimunir at vit hava verið omaná móti B36 í ár. 
Eg vænti eina tætta og spennandi finalu við fullum stuðli frá okkara viðhaldsfólkum. Og vit skulu bara hava fokus á okkara, og á tað sum hevur rigga í ár.

Finalan um Løgmanssteypið verður klokkan 19.45 leygarkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder