Hann hevur nú spælt fýra kappingardystir fyri Hillerød Fodbold, og í fjórða minutti í dag skoraði Adrian Rúnason Justinussen sítt fimta mál í næstbestu donsku deildini.
Bólturin endaði hjá nummar 17 nakað inni í brotsteignum hjá AaB, og hann sveiggjaði sítt sterka høgra bein. Málverjin hevði ongan møguleika, og so kundu Adrian og liðfelagarnir fegnast.
Teir løgdu út sum eitt óløgið í Farum, og bert ein stórbjarging forðaði einum seinna máli hjá føroyinginum. Adrian Justinussen hevði eisini trý innlegg í dytinum, sum vóru heilt nær við at geva mál.
Tað eydnaðist kortini ikki, og AaB fór avstað við øllum. Útiliðið javnaði skjótt eftir leiðslumálið og avgjørdi í 85. minutti.
Harvið endar Hillerød grundspælið á 7. plássi og skal spæla í niðara endaspæli eftir landsliðstegðin. Adrian fer helst at fáa størri leiklut til venjingardystirnar, enn áður á landsliðnum, eftir dreymabyrjanina fyri Hillerød.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald