Fótbóltur

Adrian stóran leiklut í stórsigri

Aftur í kvøld skoraði Adrian Justinussen fyri Hillerød, og 25-ára gamli føroyingurin legði upp til málið hjá Sebastian Pingel í 4-0 sigrinum í Køge.

(Mynd: Hillerød Fodbold Elite)

(Mynd: Hillerød Fodbold Elite)

2024-03-08 19:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Adrian, Adrian, Adrian og aftur Adrian. At siga at føroyski vongurin hevur fingið eina flúgvandi byrjan í donskum fótbólti er ikki ov nógv.

Í kvøld spældi Hillerød sín triðja dyst í næstbestu donsku deildini eftir vetrarsteðgin. Eins og í hinum skoraði liðið júst fýra mál, og eins og í teimum báðum undafarnu dystunum skoraði Adrian Rúnason Justinussen.

Longu í fimta minutti í Køge legði 25-ára gamli føroyingurin Hillerød á odda. Útiliðið vann bóltin høgt, Adrian fekk bóltin mitt fyri og úr smáum 25 metrum smekkaði hann bóltin niður í longra málhornið. Málverjin var ikki heilt komin uppá pláss, og sum so ofta fyrr rakti Adrian Justinussen bóltin ógvuliga væl við høgra fótinum.

Tað gjørdi hann eisini í 42. minutti, tá Adrian úr vinstru og stutt uttanfyri brotsteigin legði bóltin perfekt inn á pannuna á Sebastian Pingel. Fyrrverandi B36- og HB áleyparin og toppskjúttin hja Hillerød stýrdi bóltinum væl í málið, og so var 2-0.

Hillerød var greitt omaná móti HB Køge, sum er í niðurflytingarstríðnum, og skoraði tvey mál afturat eftir steðgin. Harvið aftur fýra mál til liðið hjá Christian Lønstrup og ein góður 4-0 sigur.

Adrian var eyðsýndur aftur í kvøld og hevur í trimum almennum dystum skorað fýra mál og lagt upp til eitt í næstbestu donsku deildini.

Hillerød er á 7. plássi, nú eitt umfar er eftir av grundspælinum. Liðið hevur framvegis møguleika fyri at røkka 6. plássinum og harvið ovara endaspælinum. Leygardagin 16. mars tekur Hillerød móti oddaliðnum Sønderjyske.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder