Fótbóltur

Adrian við tveimum málum

Aftur skoraði Hillerød fýra mál, og liðið hjá Adriani Justinussen og Sebastian Pingel fekk trý stig. 25-ára gamli føroyski vongurin hevur fingið frálíka byrjan í donskum fótbólti.

Adrian Justinussen var kaldur í brotsteignum og var vandamiklasti spælarin á vøllinum móti Helsingør. Frásøgumaður tosaði longu um eitt nýtt skifti í summar - til hægri stig (Mynd: Sverri Egholm)

Adrian Justinussen var kaldur í brotsteignum og var vandamiklasti spælarin á vøllinum móti Helsingør. Frásøgumaður tosaði longu um eitt nýtt skifti í summar - til hægri stig (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-01 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Adrian Rúnason Justinussen ætlar sær ikki at "bert vera ein av hinum" hjá Hillerød ella í næstbestu donsku deildini sum heild. Longu í venjingardystunum vísti hann tenn, og eftir tveir kappingardystir hevur Adrian trý mál.

25-ára gamli vongurin, sum spældi í HB í nærum tíggju ár, gjørdi bart í sínum fyrsta heimadysti fyri Hillerød. Teir appelsinlittu spæla í løtuni sínar heimadystir á heimavøllinum hjá FC Nordsjælland.

Føroyingurin tykist at trívast í Farum. Longu í sjeynda minutti legði nummar 17 bóltin í málið hjá Helsingør á róligan og tryggan hátt. Adrian vann sjálvur bóltin í høgum trýsti, og vísti harvið fleiri brigdi í sínum spæli.

Gestirnir svaraðu aftur við brotssparki tíggju minuttir seinni, men annars var týðiligt, at Hillerød var omaná móti botnliðnum í 1. Division, og skjótt var leiðslan aftur. Tað var miðverjin Rasmus Møller, sum í 2020 spældi fyri TB, ið fekk beint bóltin í málið eftir deyðbóltar.

Adrian Justinussen var annars vandamiklasti maður - sum frásøgumaðurin eisini vísti á - og hevði nakrar naskar royndir fyri steðgin. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik bragdaði, tá hann fekk prikað bóltin í málið. Adrian var eisini lívligur fram til 88. minutt, tá hann varð skiftur út, og føroyski vongurin kundi fingið sítt hattrikk, men málverjin hjá Helsingør fekk fingrarnar á.

Sebastian Pingel skoraði sítt tíggjunda mál í kappingarárinum stutt fyri leiklok, og harvið hava allir tríggir málskjúttarnir hjá Hillerød í kvøld eina fortíð í føroyskum fótbólti. Tað endaði 4-2, tí útiliðið minkaði í yvirtíðini. Í løtuni er Hillerød eitt stig frá 6. plássinum og "uppflytingarspælinum". Liðið hevur tveir dystir eftir og vitjar næsta fríggjakvøld í Køge.

Mattias og teir taptu
Adrian Justinussen fekk í kvøld frásøgumannin at undrast, um hann kanska longu fer víðari til eitt uppaftur betri felag í summar, tí føroyski vongurin vísti so nógv. At hann stendur í betri støðu til at fáa spælitíð á A-landsliðnum nú, í mun til í november, er helst eingin ivi um.

Ein sum heilt víst verður við landsliðnum seinni í ár er málverjin Mattias Lamhauge. Hann helt málið reint í fyrsta kappingardystinum fyri Fredericia, har havnarmaðurin eisini bjargaði væl nakrar ferðir.

Í dag sigldi Fredericia-verjan meira í 2-3 tapinum fyri AaB á Monjasa Park. Fredericia legði seg annars á odda tíðliga. Mattias kundi sum so ikki gera nakað serligt við málini: Tvey av teimum vóru púra fríir stútarar eftir deyðbóltar, og við 1-2 málið varð ein álepyari spældur leysur ígjøgnum.

Hetta var annars møguleikin hjá Fredericia at koma nærri júst AaB og Sønderjyske. Liðið hjá Mattiasi er á triðja plássi og vitjar næsta vikuskifti í Næstved.

20. umfar í NordicBet-deildini
Fríggjadagin 01.03

FC Fredericia - AaB 2-3 (1-2)

Hillerød Fodbold - FC Helsingør 4-2
7' Adrian Rúnason Justinussen 1-0
17' br. 1-1
21' Rasmus Møller 2-1
56' Adrian Rúnason Justinussen 3-1
84' Sebastian Pingel 4-1
90 (+1)' 4-2

Støðan í løtuni: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder