Fótbóltur

Aðru ferð at Maccabi Haifa vitjar í Føroyum

Ísraelsku meistararnir eru favorittar at vinna á Tórsvølli í kvøld, og tað er helst øllum greitt, at teir allarhelst fara víðari í Conference League. HB skal tó royna at skapa sær sjálvum og føroyskum fótbólti eitt gott úrslit. Fyrstsa bríksl verður klokkan 19.45, og dysturin kann síggjast hjá Televarpinum.

HB vann í fjør greipuna, tá liðið hevði Tórsvølli sum heimavøll tað mesta av kappingarárinum. Í kvøld verður fyrsti evropeiski dysturin á nýggja grasvøllinum á tjóðarleikvøllinum leiktur (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB vann í fjør greipuna, tá liðið hevði Tórsvølli sum heimavøll tað mesta av kappingarárinum. Í kvøld verður fyrsti evropeiski dysturin á nýggja grasvøllinum á tjóðarleikvøllinum leiktur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-12 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

24. august 1995, á 91-ára degnum hjá felagnum, skrivaði KÍ føroyska fótbóltssøgu, tá tað eydnaðist at vinna 3-2 á Maccabi Haifa í Cup Winners Cup. Tað var í regni og vindi á Svangaskarði. Tvær vikur frammaundan tapti KÍ 4-0 í útvið 40 hitastigum í Haifa. Dysturin varð leiktur mitt á degi, tað var eingin vatnsteðgur tá, og klaksvíkingar taptu fleiri kilo undir dystinum. Á Svangaskarði var 0-1, tá Olgar Danielsen kom inn til 2. hálvleik. Áleyparin gjørdi ikki mætari enn at skora eitt reint hattrikk, ið eisini var søguligt.

Í 1993 kom HB víðari í somu kapping. Tað var tó eftir, at ferðalagið hjá RAF Jelgava ikki kundi lenda í Vágunum vegna mjørka, og tað harvið ikki varð spælt á Svangaskarði, at tað endaði við 3-0 sigri á skrivaraborðinum. Í summar hevur HB spælt seg sannførandi víðaru í nýggju UEFA Conference League - tað eydnaðist at vinna heili 6-0 samanlagt á meistarliðnum í Montenegro, Buducnost Podgoricia.

Vónleyst útgangsstøði - úrslitið kann tó fáa stóran týdning

Tað er ógvuliga ósannlíkt, at HB fer at taka eitt fet víðari og koma til playoff-umfarið. Orsøkin er 7-2 ósigurin í Haifa fyri viku síðani. Støðan var 3-1, tá Heðin Hansen eftir ein tíma fekk sítt seinna gula kort. Heimaliðið fekk mál uppá frísparki, sum stóðst av hendingini og skoraði síðani trý afturat - Daniel Johansen skoraði seinna mál hjá HB við brotssparki.

Harvið skal nakað heilt óvanligt til, um HB skal senda sterka meistaraliðið úr Ísrael út. Tað snýr seg fyrst og fremst um at koma við einum avrikið, ið HB kann brúka víðari. Eitt gott úrslit kann eisini geva liðnum hjá Kevin Schindler nakað, og um tað endar við heimasigri ella við javnleiki á nýggja graslíkinum á Tórsvølli, so fara nøkur stig eisini í samlaða føroyska roknskapin í Evropa.

Veddingaarfyritøkur geva peningin áleið fimm ferðir aftur, um HB vinnur. Oddsi fyri útisigri liggur millum 1,50 og 1,60. Harvið er Haifa mett at vera greiður favorittur.

Dysturin kann síggjast á R2 hjá Televarpinum, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Til ber at fylgja gongdini í dystinum á forsíðu okkara, og vit hava myndir av Tórsvølli.

UEFA Europa Conference League 3, umfar - seinni dystur
Tórsvøllur, 12.08
19.45: HB (2) - Maccabi Haifa (7)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder