Sunnudagin 12 januar 2025 hátíðarhelt Svimjifelagið Ægir sín 50 ára stovningardag. Føðingardagurin verður eftir ætlan hildin seinni í ár, skrivar klaksvik.fo
Tað varð tó markað sunnudagin, at stolta svimjifelagið í býnum hevði stóran og rundan dag.
Klaksvíkar kommuna skrivar, at Karl Johansen, borgarstjóri, og John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri, vóru og heilsaðu uppá formannin í felagnum, John D. Olsen, og høvðusvenjaran, Petur Heðin á Fløtti, umframt bæði yngri og eldri íðkarar.
- Klaksvíkar kommuna hevði keypt teimum yngru børnum okkurt leskiligt, meðan íðkarar úr úrvalsliðnum fingið pitsa frá borgarstjóranum seinni um kvøldið.
Tað var tann 12. januar 1975, at stovnandi aðalfundur hjá Ægir. Fundurin var í gomlu fimleikarahøllini, har umleið 150 fólk vóru samankomin.
- Poul Nolsøe beyð vælkomin og greiddi frá, hvat fyrireikingarnevndin hevði arbeitt við. Nógv uppskot um nøvn vóru, men til endans var semja um, at felagið skuldi eita Ægir. Soleiðis byrjar fyrsta gerðabókin hjá Ægir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald