Jóhanna Fossdalsá Sørensen og hennara lið, svenska Häcken spældu í gjárkvøldið seinnu fjórðingsfinaluna í Champions League móti franska PSG. Úrslitið gjørdist 3-0 til PSG sum vann seg víðari við samlaðum 5-1 sigri.
Í fyrra dystinum, sum varð leiktur á heimavøllinum hjá Häcken í Göteborg, gjørdist úrslitið 2-1, og tí var alt opið til seinna dystin, sum í gjárkvøldið varð leiktur á Parc des Princes í Paris.
18 ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi aftur í gjár fullan dyst.
Stórtalentið úr Hoyvík kann skriva sær hesar stóru dystirnar á sítt lívsrensl, men Champions League-ævintýrið hjá Häcken er altso av á hesum sinni.
Jóhanna Fossdalsá fekk herfyri sínar fyrstu minuttir á danska A-landsliðnum. Tað var í einum venjingardysti móti Eysturríki.
(Mynd: BK Häcken)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald