Fótbóltur

Aftonbladet: Heimsins vakrasti leikvøllur

Svenski miðilin hevur vitjað á Svangaskarði, og harmast um at dysturin millum Føroyar og Svøríki ikki verður leiktur har í kvøld.

2019-09-05 16:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vælkomin til Føroyar. Vælkomin til Toftir, og vælkomin til heimsins vakrasta leikvøll.

So bergtikin er Erik Niva, journalistur hjá Aftonbladet, um leikvøllin á Svangaskarði, har Føroyar spældu sínar fyrstu altjóða dystir.

Nú spælir A-landsliðið á Tórsvølli, og tað harmar ítróttarblaðið hjá Aftonbladet.

- Tað er tíverri ikki her, at Svøríki spælir EM-undankappingardyst. Tí nú spælir Føroyar sínar landsdystir í høvuðsstaðnum.

- Um tit nakrantíð hava møguleikan, farið so og hyggið tá B68 hevur ein dyst ella far bara og hygg eftir leikvøllinum og útsýninum.

Síggj innslagið her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder